Hetta vikuskiftið verður Sandoyarstevnan hildin í Skálavík. Her eru fólk longu til reiðar at taka ímóti fyrstu gestunum, sum koma til bygdina longu í kvøld. Í kvøld á lata tivoli og matsøla upp, og kenda danska orkestrið Pleaser spælir til dans. Tað serstaka við hesum orkestrinum er at tveir av manningini eru júst úr Skálavík.
Í morgin kl. 14 fer løgtingsmaðurin, Gerhard Lognberg úr Skopun at seta stevnuna.
Ein fólkafundur er á skránni á stevnuni. Hesin verður hildin inni við standmyndina av Heðini Brú. Røðarar verða Sørin Sørensen úr Húsavík og løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard.
Midnáttarrøðuna heldur ein triði løgtingsmaður, Páll á Reynatúgvu av Sandi.
Á stevnuni verða eisini fleiri áhugaverdar framsýningar, bæði av listaverkum, fuglum og ymiskum handaligum arbeiði.
Til fyrimuns fyri stevnuna er, at veðurmenninir boða frá liggjandi góðveðri alt vikuskiftið.