Eini 300 fólk vóru til hátíðarhaldið í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag. Nógv børn í Sandoynni hava koronu í hesum døgum, og tí var talið av børnum lutfalsliga lítið. Myndir: Álvur Haraldsen.

Sandoyartunnil við telving, treiskni og dynamitti

- Tað mundu vera fleiri sum spáddu, at hesin dagur ongantíð fór at koma, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í dag, tá hann helt røðu á stórskíggja.

 

Eini 300 fólk vóru til hátíðarhaldið í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag. Nógv børn í Sandoynni hava koronu í hesum døgum, og tí var talið av børnum lutfalsliga lítið. Myndir: Álvur Haraldsen.

- Í dag er ein heilt serligur dagur í okkara samferðslusøgu. Tað mundu vera fleiri sum spáddu, at hesin dagurin ongantíð fór at koma - at ein undirsjóvartunnil í Sandoynna ongantíð fór at gerast veruleiki. Tað var ov dýrt, ov fá fólk búðu í Sandoynni, og Teistin var eitt ivaleysa gott skip. Men tíðirnar broytast. Eisini meiningar. Men, við einari góðari blanding av dynamitti, treiskni og telving eru vit nú komin til dagin, tá seinasta salvan av dynamitti verður skotin í tunlinum.

 

Soleiðis byrjaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sína røðu, hann helt fyri teimum umleið 300, sum vóru komin saman í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag, tá seinasta skotið í tunnilsbyggingini undir Skopunarfirði varð latið av. Jørgen, sum hevur verið fongdur við koronu, fekk ikki sjálvur verið í Sandoynni til tiltakið, men hann helt røðu sína heimanífrá, og fólk í ítróttarhøllini hoyrdu og sóu landsstýrismannin røða á stórskíggja.

 

- Í oktober 2013 fekk eg sum landsstýrismaður litið upp í hendi at umsita samferðslumál. Hetta var eftir at privata tunnilsloysnin við Eysturoyartunnlinum var kollsigld. Eg valdi at kalla allar flokkar á tingi til samráðingar. Vit vóru í kjallaranum á Albert Hall. Tað var gott, at vit valdu ein tungan bygning at fundast í, tí sjónarmiðini vóru ógvuliga ymisk, og bylgurnar gingu høgar. Bara úr Sandoynni vóru trý umboð við borðið, Gerhard Lognberg, Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu. Allir stutt fjús og nógv dynamitt.

 

Landsstýrismaðurin segði, at á fundinum í Albert Hall vóru eisini tey, sum hildu tað vera ørskapur at gera undirsjóvartunlar fyri miljardir. Onnur hildu, at ein Sandoyartunnil var alt ov kostnaðarmikil til so fá fólk. Uppaftur onnur hildu tað vera fullkomiliga óneyðugt at gera ein Eysturoyartunnil, tí har var samband frammanundan. Og so var tað formurin: Skuldu vit gera eina privata loysn, almenna/ privata verkætlan, alment partafelag ella almennar tunlar?

 

- Sum vikurnar gingu, rann spakuliga saman millum stríðandi partarnar. Eftir tríggjar mánaðar samráðingar brast fyri nev í januar 2014. Semja var millum allar flokkar á tingi, og hesa semju skjóta vit endaliga ígjøgnum í dag, segði Jørgen Niclasen.

 

Hann vísti á, at í dag er ein øgilig kapping um at fáa vegir og tunlar, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið í Føroyum. Heilt fram til fyrst í 1900-talinum var veganetið í Føroyum munandi verri útbygt enn í okkara grannalondum, og føroyingar vóru als ikki spentir upp á at fáa vegir. Landsstýrismaðurin vísti á, at í bókini um søguna hjá Landsverki kunnu vit lesa, at nógv vóru øgiliga ivingasom um at fáa vegir og nýggjar hentleikar sum hestavogn og hjólbøru.

 

- Hetta var av tí ónda og gjørdi fólk arbeiðsleys. Tá vegastrekkið fram við Leynavatni skuldi gerast, hóttu menn við arbeiðssteðgi, tí arbeiðsformaðurin hevði verið hjá Valdemar Lützen og keypt eina hjólbøru fyri at lætta um arbeiðið. Og í Havn var skilið ikki mætari. Har noktaði kommunustýrið eitt skiftið monnum at koyra torv við hestavogni, tí vegirnir vóru gjørdir til fólk at ganga eftir - og ikki til ross og vognar.

 

- Tá tingmenn í 1905 viðgjørdu uppskot um vegagerð, vóru tað fleiri sum søgdu, at koyrivegir ongantíð fóru at hava nakran avgerandi týdning í Føroyum, tí havið var landavegur føroyinga. Á ein hátt høvdu hesir skeptisku tingmenninir rætt, men á ein heilt annan máta, enn teir høvdu ímyndað sær. Tí, Skopunarfjørður fer at vera landavegur okkara, men hesin vegurin fer at liggja undir havinum.

 

Jørgen Niclasen nevndi eisini, at vegurin millum Sand og Skopun er fyrsti vegur millum bygdir í Føroyum. Hann var liðugur í 1916 – seks ár, áðrenn fyrsti bilurin kom til Føroya.

 

- So, tit vóru rættiliga frammi í skónum her suðuri, helt landsstýrismaðurin fyri.

 

Í røðu síni vísti hann eisini á, at áðrenn post- og mjólkarbátarnir fóru at sigla, gekk sandoyarleiðin millum Kirkjubø og Skopun í árabáti. Skopun varð bygd, tí økið var knútapunktið í flutninginum millum Streymoynna og Sandoynna. Embætismenninir í Havn strongdu øgiligt á fyri at fáa fólk at búseta seg í Skopun, so ferðafólk – allarhelst fyrst og fremst teir sjálvir - fingu tak yvir høvdið, áðrenn tey skuldu víðari.

 

- Tað er hvørja ferð líka imponerandi at hoyra frásagnir um, hvussu nógv teir gomlu løgdu fyri, bæði til flutning, útróður og doktaraferðir.

 

Jørgen Niclasen vísti á, at Edvard Hjalt í Sands Søgu skrivar, at ein doktaraferð hjá sandingum kundi taka einar 20 tímar. Fyrst fóru menn til gongu til Skopunar og róðu síðan til Kirkjubøar. So fóru teir kvikastu av manningini skundisliga til gongu til Havnar eftir læknanum. At fáa læknan suður til Kirkjubøar var ikki bara-bara, tí har skuldi nógv berast: Medisinkuffert, klædnakuffert og teppir, har læknin kundi liggja á ferðini.

 

- Síðan varð róð suður aftur til Skopunar, og haðani til gongu við læknanum til Sands. Men, tá var ferðin bara komin í helvt, tí so skuldi læknin allan vegin aftur til Havnar. So, hetta var eitt ófatiligt knoss. Lat okkum minnast hesar kempur, tá vit sita í okkara heitu bilum og smáknarra um, at hátalarin ikki ljóðar nóg gott - ella, at vindeygaviskarin er við at fara. 

 

Landsstýrismaðurin segði, at hann javnan hevur vitjað í Sandoynni, men tað er serliga ein túrur, hann minnist væl.

 

- Sum tannáringar tíðliga í 1980-unum skuldu vit í orkestrinum Tarok til Sands at spæla til dans. Eingin av okkum hevði koyrikort, so vit fingu pápa at koyra okkum við einum lítlum lastbili við presending yvir lastina. Ljóðførini og vit dreingir í lastina og so avstað til Oyragjáar. Har kom Sam, og vit fóru umborð. Vit tóku ljóðførini fram og settu okkum at spæla og syngja í lastini. Har vóru nógv fólk, sum júst vóru komin við flogfarinum. Tey hildu hetta var ein serlig móttøka at koma til landið. 

 

Jørgen Niclasen greiddi frá, at nú bar leiðin upp á Vestmannavegin og síðan Oyggjarvegin. Á Bursatanga høvdu teir leigað ein neytakassa frá Strandferðsluni. Øll ljóðførini blivu handað niður í neytakassan og so hivað umborð á Rituna.  Hann segði, at tað var heldur buldrasligt um Kirkjubønes henda dagin, so har spældu trummurnar sjálvar í neytakassanum. Á bryggjuni í Skopun stóð vørubilur fyri teimum.

 

- So, eftir drúgvan túr, kundu vit gera klárt í Virkinum á Sandi. Tað var smekkfult av fólki í dansi, og lagið var gott. Men, so hendi nakað løgið, tá dansurin var liðugur. Øll fóru út, og tað gekk bara ein lítil løta, so komu øll konufólkini innaftur. Tær hildu tað vera best, at vit eisini vóru innandura, “tí hetta tekur bert eina løtu”, sum tær søgdu. Gjøgnum gluggan síggja vit eina rúgvu av monnum takast.

 

Landsstýrismaðurin segði, at hetta minti mest um eina tekniseriu, har allir vóru í einum trunka, har onkur armur og okkurt bein stakk út av og á.

 

- Vit skiltu, at hetta var púra vanligt. Skopuningar og Heimsandsmenn skuldu seta hvønn annan upp á pláss. Tað gingu neyvan meira enn 10 minuttir, so var friður, og hurðar latnar upp aftur, og øll til hús. Hetta sama hendi leygarkvøldið. Eftir tvey væleydnað kvøld á Sandi, gekk drúgva leiðin vesturaftur - ljóðførini, neytakassin og vit. 

 

Jørgen Niclasen vísti á, at farleiðin er nógv síðan tá - og næsta ár enn meira. Tá verður tann stóra løtan, tá Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu.

 

- Hetta er ein dagur, sum eg trúgvi, at allir føroyingar gleða seg ómetaliga nógv til. Eg fari at takka tykkum, sum so hegnisliga hava staðið fyri arbeiðnum at bora tunnilin og ynskja tykkum allarbestu eydnu við tí, sum eftir er at gera. Fari at enda við at siga Harriet takk fyri, at hon hevur skotið okkum inn í framtíðina, segði landsstýrismaðurin.

 

##med2##

 

Eini 300 fólk vóru til hátíðarhaldið í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag. Nógv børn í Sandoynni hava koronu í hesum døgum, og tí var talið av børnum lutfalsliga lítið. Myndir: Álvur Haraldsen.

Jørgen Niclasen, sum hevur verið fongdur við koronu, fekk ikki sjálvur verið við til hátíðarhaldið í dag.