Sandoyggin fær nú lut í alivinnuni

Flakavirkið í Skopum letur uppaftur um 6-8 vikur at virka saltfisk úr frystum toski. Marine Harvest Føroyar fer at keypa seg inn í Sandoy Seafood.

Á almennum eyka bygdarráðsfundi í gjárkvøldi samtykti Sands bygdarráð at mæla til, at Marine Harvest Føroyar fær aliloyvi úti við Salthøvda á Sandi.

 

Marine Harvest Føroyar og Delta Seafood, sum rekur Sandoy Seafood, eru í samstarvi, sum merkir, at fær alifelagið loyvi at ala, fer alifelagið eisini at seta partapening í Sandoy Seafood og gerst soleiðis partur av felagnum.

 

Tað var í fjør heyst, at Sandoy Seafood í Skopun fyribils gavst at framleiða, og í Sandoynni hevur stórur saknur verið í flakavirkinum, síðan virkið læt aftur.

 

Soleiðis, sum landið nú liggur, verður arbeitt við eini ætlan, har frystur toskur verður virkaður til saltfisk á virkinum í Skopun, og hetta kemur ætlandi at geva eini 35-40 rættiliga støðug arbeiðspláss.

 

Hans Jákup Mikkelsen hjá Marine Harvest Føroyar segði á eyka bygdarráðsfundinum á Sandi í gjárkvøldið, at gongst sum ætlað, letur virkið í Skopun uppaftur um 6-8 vikur.

 

Hann segði, at alingin úti við Salthøvda eisini kemur at geva nøkur arbeiðspláss í Sandoynni, kanska eini 3-4 í fóðringini, umframt at nakað av virksemi verður, tá fiskur verður tikin.

 

Haraftrat fer nakað av partafelagsskatti at fella til Sands kommunu, tá Marine Harvest Føroyar fer at víðka sítt virksemi til eisini at fevna um aling úti við Salthøvda og vónandi eisini á Sandsvág.

 

Talan er um tvey aliloyvi út fyri Sands bygd, eitt úti við Salthøvda og eitt á Sandsvág. Arbeitt verður við, at ætlaða loyvi á Sandsvág skjótt verður greitt eisini. Her eru nakrir trupulleikar við siglingarleiðini hjá Sildberanum.

 

Soleiðis, sum myndin vísir, var væl av fólki á almenna eyka bygdarráðsfundinum á Sandi í gjárkvøldið, har bygdarráðslimir eisini høvdu høvi at seta umboðunum fyri Marine Harvest Føroyar spurningar.