Fótbóltur
Bæði gøtumenn og sandoyingar plaga at spæla øi gulum troyggjum og bláum buksum. Reglurnar siga, at tá talan er um sovorna støðu, skal útiliðið skifta, og tí høvdu sandoyingar leygardagin skift til bláar troyggjur, tá teir vitjaðu í Sarpigerði.
Eingin ivi var um, hvat tað var fyri eitt lið, sum mesta partin av árinum hevur verið við í stríðnum um gullkrónurnar, og hvat tað var fyri eitt lið, sum alt árið hevur verið við í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.
GÍ var greitt omaná. Teir vunnu 3?0, og spurningurin verður ongantíð svaraður, um teir høvdu verið førir fyri at vunnið við somu sifrum, sum teir fyrr í summar vunnu við á Sandi. Tá var úrslitið 7?0. Hesa ferð vóru gøtumenn kanska ikki so motiveraðir, sum teir vóru ta ferðina. Silvurmerkini fóru ongan veg, og tað var eingin møguleiki at vinna gullmerkini.
Sandoyingar tóktust longu frammanundan greiðir yvir, hvat tað var, sum kundi bjarga teimum ein eyka møguleika í bestu deildini. Tað var FS Vágar tap og HB sigur í Gundadali.
B71 royndi at sprutta, og teir høvdu onkrar royndir ímóti veteraninum í GÍ málinum, Peter Holm. Eitt nú vóru veteranarnir Kári Reynheim og Eli Hentze upp á spæl við langskotum, sum kortini ikki vóru serliga vandamikil.
Málini
Gøtumenn høvdu nógvar málmøguleikar, og enn eina ferð vísti Valdemar Nowisci í B71 málinum, at hóast hann hevur nátt rættuliga høgan fótbóltsaldur, so hevur hann framvegis stóran týdning fyri sandoyingar.
Fyrsta málið kom, tá tjúgu minuttir vóru farnir. Magni Jarnskor varð feldur í brotsteiginum, og yngri beiggin, sum í ár hevur verið sera støðugur og væl meiri sannførandi, enn hann hevur verið seinastu árini, var púra kaldur úr ellivu metrum.
Næsta málið kom ikki fyrrenn seinna umfarið var tólv minuttir gamalt. Tá fór allur spenningurin úr dystinum, sum eisini gjørdist týdningarleysur orsakað av, at málini skolaðu ígjøgnum hjá FS Vágar í Gundadali.
Sandoyingar høvdu stutt frammanundan bjargað á strikuni, men teir høvdu ongan møguleika, tá veteranurin Jóan Petur Olsen, sum loysti burturstadda Poul Ennigarð av í miðverjuni, úr vinstru stútaði í umvegis handara stólpan og í kassan.
Tað restaðu átjan minuttir, tá GÍ setti nøglina í, og sjálvandi var tað arbeiðssami toppskjúttin í bestu deildini, Helgi L. Petersen, sum átti síðsta fótin á, eftir at B71 málverjin hevði hálvbjargað langsskotisroynd.
Gøtumenn fóru undir brúsuna og í vetrarfrí, eftir at teir høvdu fingið silvurmerkini. Sandoyingar fóru eisini undir brúsuna, men teir sleppa ikki í vetrarfrí. Komandi leygardagarnar skulu teir spæla ímóti Skála. Hetta var vónin, sum teir høvdu, tá teir komu til Gøtu, og hóast teir taptu, so livdu teir eisini í hesi vónini, tá teir aftur fóru um Skopunarfjørð.
Dysturin í tølum:
GÍ-B71 3-0 (1-0)
1-0: Henning Jarnskor (br.) 20
2-0: Jóan Petur Olsen 57
3-0: Helgi L. Petersen 72
Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)
GÍ: Peter Holm ? Bartal Eliassen, Jóan Petur Olsen, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Magni Jarnskor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Helgi L. Petersen
B71: Valdemar Nowisci ? Hans Jørgen Djurhuus, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson, Svenning W. Hansen ? Jón Brekku, Kári Nielsen, Sverrir Kjærbo ? Eli Hentze, Kári Reynheim