Sandoyingar mugu brynja seg við toli

Teistin siglir ikki í morgun vegna tekniskt brek. Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á strandferðsluni, sigur, at ein pumpa, ið drívur hydraulikkin og asimuttin slær út.

 

Hann sigur, at enn er ov tíðliga at staðfesta hvussu leingi Teistin verður liggjandi ella hvussu leingi tað verður at rætta feilin.

 

Viðvíkjandi avloysaraskipi, so sigur Jóhan Petur Abrahamsen, at tey kanna møguleikarnar at finna eitt avloysaraskip, men strandferðslan sjálv hevur einki avloysaraskip og tað eru vánalig líkindir at fáa onkran av teimum smærru bátunum, sum tey til tíðir leiga sum eykaskip.