Sandoyingar sigraðu í Leirvík

1. DEILD: Sigurin ber við sær, at B71 nú er á fjórða plássi

Sandoyingar fóru seinnapartin úr Leirvík við fullari úrtøku. B71 vann 3-2, og sigurin ber við sær, at nú hevur B71 36 stig, er á fjórða plássi og hevur aftur møguleika at vera við í kappingini um at flyta upp. Tað eru tvey stig fram til AB, sum er næstfremst, og tað er eitt stig fram til NSÍ, sum er á triðja plássi.

 

Um eina viku fær B71 vitjan av KÍ, og 10. oktober skal B71 suður til Vágs at spæla útsettan dyst ímóti FC Suðuroy.

 

Tað var málleyst í fyrra hálvleiki, og tríggjar minuttir eftir steðgin legði B71 seg á odda. Clayton Soares átti uppleggið, og Jónas Warner skoraði málið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Víkingur til 1-1. Málskjútti var Magnus Heinason.

 

Tað stóð á jøvnum, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá gekk tað heilt skjótt fyri seg, tí tað var heilt stutt millum málini. Joel Vazques legði B71 á odda 2-1. Jónas Warner átti uppleggið, og tríggjar minuttir seinni vóru sandoyingar aftur upp á spæl. 3-1 málið skoraði Tijani Mohammed, og uppleggið stóð Suni Herman Petersen fyri.

 

Stóripinnur hevði verið tríggjar ferðir eyka runt, tá ið Víkingur minkaði um munin til 3-2, sum varð úrslitið. Málskjútti var Rani Hansen.

 

 

 

KÍ - FC Suðuroy 0-0

 

Víkingur - B71 2-3 (0-0)

 

0-1: Jonas Warner 48.

 

1-1: Magnus Heinason 66.

 

1-2: Joel Vazques 84.

 

1-3: Tijani Mohammed 88.

 

2-3: Rani Hansen 93.

 

Skála - HB 3-4 (0-3)

 

0-1: Gilli Róason 23.

 

0-2: Áki D. Samuelsen 39.

 

0-3: Lukas G. Giessing 44.

 

1-3: Dávid Johansen 52.

 

1-4: Jákup L. Thomsen 72.

 

2-4: Teitur R. Joensen 79.

 

3-4: Pætur Dam Jacobsen 86.

 

AB - NSÍ 1-2 (1-1)

 

0-1: Meinhard Janusarson 16.

 

1-1: Sørin N. Samuelsen 22.

 

1-2: Meinhard Janusarson 74.

 

B36 - EB/Streymur - útsettur til 28. september

 

 

 

Skála231517532746
AB231157443338
NSÍ231148504737
B71221138484036
Víkingur231049564134
238510354129
HB239212365029
B36227411354925
EB/Streymur227312375224
FC Suðuroy225710334722

 

 

 

Máltindurin

 

Clayton Soares B7118
Aksel B. Danielsen Skála13
Martin Klein Joensen Víkingur12
Símin Hansen AB12
Villiam Emil Klein B3611

 

Leygardagin 25. september

 

EB/Streymur - AB

 

Víkingur - Skála

 

HB - NSÍ

 

B71 - KÍ

 

FC Suðuroy - B36