Fíggjarætlanin hjá Sands kommunu fyri 2016 er nú endaliga samtykt. Skattaprosentið lækkar annað árið á rað 0,5 prosent, so skattatrýstið í 2016 verður 22,5 prosent.
- Raksturin av kommununi fer í 2016 at kosta slakar 16,5 miljónir krónur og íløgurnar, sum ætlanin er at gera. eru á tilsamans 6,7 miljónir krónur.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at kommunan í fjør fór undir álíkningina í skuld, men hildið verður fast við at niðurgjalda skuldina hjá kommununi hóast hetta.
- Í 2016 kemur kommunan soleiðis at gjalda eina góða miljón niður av skuldini.
Borgarstjórin vísir á, at íløgur verða gjørdar í at fríðka bygdina. Ætlanin er at fríðka um miðbygdina og onnur sermerkt øki í kommununi.
- Vegurin til Søltuvíkar skal asfalterast, og somuleiðis vegir inni í bygdini. Farið verður undir at fyrireika nýggja útstykking í kommununi, so nýggj grundøki vónandi verða tøk í 2016.
Brandur Sandoy sigur, at farið verður eisini undir at fyrireika brandstøð, sum er eitt arbeiði, ið hevur ligið á láni í langa tíð.
- Seinast, men ikki minst verður farið av álvara undir arbeiðið at leggja kloakkskipanina hjá kommununi, sum er eitt umfatandi arbeiði, ið fer at strekkja seg yvir nógv ár.
Borgarstjórin sigur, at fyri 2016 er málið at fáa alt spillivatn frá húsunum í Trøðum, á Sondum og Meginskúlanum lagt liðugt, soleiðis at einki spillvatn rennir út í Sandafjørðuna.