Sandsbygd í fokus

Fríggjadagin 23. og leygardagin 24. august skipa áhugafeløg í Sandoynni og Sands kommuna fyri tí tey rópa seinsummardøgum á Sandi. Hetta eru aðru ferð, at heimasandsfólk skipa fyri hesum tiltaki, sum í ár er nakað størri enn seinast.

 

Tað eru tvey ár síðan, at seinasta seinsummar-tiltak var á Sandi. Í fjør tóku sandingar ímóti seglskiparegatta’ini, og tá vóru eingir seinsummardagar.

 

- Endamálið við døgunum er at skapa trivnað og at seta fokus á Sandsbygd og Sandoynna í einum positivum samanhangi og anda. Vit halda, at eitt slíkt tiltak er kærkomið á Sandi og í Sandoynni.

 

Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

 

- Vit vilja royna at skapa fólkinum nakrar positivar og hugnaligar upplivingar, samveru og trivnað, leggur hann aftrat.

 

Orsøkin til, at Sands kommuna júst hevur valt at hava hetta tiltak á heysti í staðin fyri um hásummarið, er, at summarið í Føroyum er rættiliga tætt pakkað við stevnum, festivalum og tiltøkum av ymiskum slag.

 

- Aftrat øllum, sum er á skránni gjøgnum alt summarið, eru nógv fólk eisini burtur og ferðast. Vit meta tí, at nú flestu tiltøk eru av, og fólk eru komin aftur úr summarfrí, er hetta rætta høvi til at hava seinsummardagar á Sandi, heldur Brandur Sandoy, sum bjóðar øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum í Sandoynna at vitja.

 

Skráin fyri seinsummardagar á Sandi kann lesast í Vikublaðnum, sum kemur út í hvørt heim seinnapartin í dag og í kvøld.