Í kvøld, mánkvøldið kl 20.00, verður Heri Joensen í Pakkhús 4 og greiðir frá lívi sínum sum professionellur tónleikari. Heri er kendur sum forsangari og guitarleikari í Týr Áðrenn hesin bólkur bleiv stovnaður, hevði Heri drúgvar royndir sum guitarleikari í bólkum sum Crusier og Wolfgang.
Í 1997 valdi Heri at fara niður til Keypmannahavnar at nema sær útbúgving innan tónleik.
Heri gjørdi seg lidnan á D.A.R.K. í januar 2003 við guitara og tónleikaástøði sum høvuðsgrein.
Tann 27/1 í 2003 fer bólkurin Týr fyrstu ferð á pall í Vági.
Hetta er í samband við Prix Føroyar kappingina, har 2 av 9 bólkum koma víðari í finaluna ? Týr er annar teirra.
Hetta gerst byrjanin til eina spennandi og avbjóðandi víkingaferð, sum Heri Joensen kemur at greiða frá mánakvøldið í Pakkhús 4 á Tvøroyri.