Nú heystið eisini er komið til Danmarkar við munandi kaldari hitagradrum, eru innandurað tiltøkini fleiri i tali - eisini hjá Kristnastovu, sum næstu tvey vikuskiftini skipar fyri tveimum ymiskum tiltøkum.
Fjølbroytt sangkvøld
Sunnukvøldið 12. oktober kl. 19 verður eitt føroyskt-danskt sangkvøld í hølunum hjá Frelsunarherinum í Valby, Langgade 12.
Hetta kvøldið fer orkestrið hjá Frelsunarherinum í Valby at spæla. M.a. fara tey at spæla nakrar føroyskar sangir. Ung úr Kristnastovu fara at syngja, og harumframt verður vitjan av brøðrunum Jóannes og Ólavi á Váli, sum syngja nakrar duett-sangir. Sungið verður eisini í felag, bæði eldri og nýggjari sangir, sum mong munnu kenna. Endað verður við stuttum boðskapi av Øssur Berghamar.
Møtið fer fram á donskum, hóast nógvir av sangunum verða føroyskir. Hetta verður gjørt, so bæði danir og føroyingar skulu kenna seg vælkomnar. Og fyrireikararnir vóna, at fólk heima í Føroyum siga skyldfólki og vinfólki frá hesum tiltaki.
Lega í Norðursjællandi
Tað hevur verið fastur siður hjá Kristnastovu gjøgnum mong ár at skipa fyri legu í Norðursjællandi í heystfrítíðini. Soleiðis verður eisini í ár, tí í døgunum 16 til 19. oktobur verður lega á Nordsjællands Efterskole. Skúlin liggur tætt við býin Helsinge og er ein góður karmur um eitt tiltak sum hetta.
Undir leguni vera sum vant bíbliutímar og samkomur við ymiskum innihaldi. Gestur á leguni verður Poul Færø, sum fer at tala á bíbliutímunum. Men eisini vera serstakar samkomur skipaðar fyri børnini. Og høvi verður til at ítrótt og spøl bæði innan- og uttandurað.
Tey, sum ynskja at vera við, kunnu ringja til Kristnastovu , telefon 32 55 18 09 ella senda ein teldupost til
kristnastova@get2net.dk
- helst skjótast gjørligt.