Sangskrivara Workshop við Stanley Samuelsen

Fríggjadagin 9. og leygardagin 10. apríl verður ein Sangskrivara Workshop á Hotel Hafnia

Vikuskiftið fyri singer-songwriter kappingin á Kafe Kaspar fer av bakkastokki verður ein Sangskrivara Workshop við Stanley Samuelsen á Hotel Hafnia. Byrjað verður fríggjadagin 9. apríl klokkan 17 ? 22 og heldur fram leygardagin frá klokkan 10 ? 18.

 

Tað verður troubadoururin Stanley Samuelsen, ið sjálvur hevur luttikið á slíkum workshoppum uttanlands, ið fer at standa fyri hesari workshoppini. Stanley Samuelsen er kendur gittaristur, sangari, komponistur og sangskrivari.

 

Sangskrivaraworkshoppin skal geva luttakarunum íblástur og amboð at skriva egnar tekstir og løg og ikki minst fáa konstruktivt feedback.

 

? Fá hugkveikjandi venjing í sangskriving

? Lær at menna títt umhugsni fyri máli, rytmu og lagi.

? Lær teknikk fyri at basa skriviblokeringum

? Lær at brúka møguleikarnar við at niðurstemma gittaran

? Rytmiskir sangskrivarar á øllum støði eru vælkomnir. Havi ljóðførið við.

? Co-writing ? at skriva saman við øðrum

 

 

- Øll hava møguleika at tekna seg til sangskrivara workshoppina, eisini tey sum ikki melda seg til singer/songwriter kappingina, men bert hava hug at fáa íblástur og amboð til sangskriving, sigur Hafnia í tíðindaskrivi.

 

Meldast skal til kappingina á Hotel Hafnia í seinasta lagið 8. apríl.