– Eg eri keddur av, at vit máttu taka hesa avgerðina. Men allir reglar til MGP skulu virðast. Eg eri tó vísur í, at Tine Lynggaard ikki gjørdi hetta, fyri at geva sær ein fyrimun í kappingini.
Tískil eru bert níggju sangir við í sangkappingini, ið vanliga plagar at hava 10 sangir.
Í síðstu viku kom fram, at Tine Lynggaard hevði koyrt sangin á amerikansku heimasíðuna, mog.com. Eisini hevði hon deilt sangin á sínum Twitter-brúkara í juli. Tó var hon skjót at koyra hann av aftur.
DR fer nú at hyggja eftir reglunum til Melodi Grand Prix, soleidis, at tað í framtíðini ikki verður nakar ivi um, hvørjir reglarnir eru.