Sangurin var bara ein dreymur

Sum einasti føroyingurin nakrantíð, hevur hon verið tilnevnd eina Grammy-virðisløn. Hon hevur selt ein sang til Cher. Hon hevur eina masterútbúgving í heimsspeki. Hóast hetta flutti hon til Miðvágs, har hon er avloysari á ellisheiminum fyri at fáa endarnar at røkka saman. - Eg havi ongantíð hildið, at eg kann verða sangari. Tað hevur einans verið ein dreymur, sigur Greta Svabo Bech

Greta er 25 ára gomul og býr í Miðvági. Hon arbeiðir sum avloysari á ellisheiminum har, og býr saman við manninum Fred. Meðan húsini eru í ger, búgva tey í húsunum hjá ommu Gretu.
Soleiðis kann Greta Svabo Bech eisini lýsast. Tí hon er ein púra vanlig ung føroysk kvinna. Hon gevur seg heldur ikki út fyri at vera annað. Hon bjóðar eisini føroyska tjóðardrykkin Typhoo te og piparnøtur, tá vit hitta hana í heiminum í Tvørgarðsgøtu.
Men Greta er kortini øðrvísi enn føroyingar flestir. Fyrsta sjónliga dømi um tað fáa vit, tá hon tekur í móti okkum í durinum.
- Mær dámar betri at klemma fólk, sigur hon spakliga, tá eg rætti henni hondina fyri at biðja góðan dag.

Eg eri bara eg
Tað er ikki meiri enn hálvtannað ár síðani, at Føroyar og føroyingar hoyrdu um Gretu Svabo Bech. Ein føroysk songkvinna, sum var innstillað til eina Grammy-virðisløn saman við heimskenda Deadmou5. Joel Thomas Zimmerman, sum er maðurin handan Deadmou5, telist millum heimsins bestu, tá tað kemur til progressivan house-tónleik. Greta hevði lagt rødd til eitt av hansara løgum – og tað lagið, Raise Your Weapon, varð tilnevnt sum Best Dance Recording á Grammy Awards 2012.
Greta Svabo Bech var til Grammy-tiltakið, gekk á reyða løbaranum, prýddi føroyskar forsíður og heimasíður, men so fór tað onkursvegna framvið og fjølmiðlarnir fóru aftur at hugsa um sildastríð, makrelkvotur og undirsjóvartunlar.
Hetta inn til fyri kortum, tá tað kom fram, at Greta Svabo Bech hevði skrivað eitt lag, My Love, sum Cher hevði tikið við á sína nýggju fløgu – og at henda fløgan síðani lá nummar trý á Billboard listanum yvir mest seldu fløgur á internetinum.
- Eg eri bara eg. Og at hoyra Cher syngja My Love við síni sera eyðkendu rødd, tað fái eg ikki heilt at hanga saman, sigur Greta, sum um hon ikki enn reiðiliga hevur skilt, at ein av heimsins størstu songkvinnum seinastu mongu áratíggjuni, hevur tikið eitt av hennara løgum til sín.
Aftrat hesum hevur Greta Svabo Bech samstarvað við fleiri onnur stór nøvn. Italski The Bloody Beetroots, sum millum annað hevur samstarvað við Sir Paul McCartney, Tommy Lee og Peter Frampton, hevur eisini Gretu Svabo Bech við á tveimum løgum. Designer Drugs og Ludovico Einaudi eru tvey onnur stór nøvn, sum hava føroysku songkvinnuna við á teirra framleiðslum.

Flytifuglur og føroyingur
Greta Svabo Bech er fødd í Føroyum. Foreldrini eru Anna Maria Svabo Jørgensen og Tummas Bech. Hesi hava arbeitt kring knøttin, Greta og stórasysturin Katrin hava fylgt teimum. Soleiðis hevur Greta búð minsta partin av lívi sínum í Føroyum. Trý ára gomul flutti hon til Portugal, fimm ára gomul gekk leiðin til Onglands, tíggju ára gomul var adressan í Singapor, áðrenn Greta flutti til Føroya aftur í eitt ár sum 18 ára gomul. Síðani flutti hon til Liverpool í Onglandi, men eftir seks ár har fluttu hon og sjeikurin, Fred Ruddick, sum er breti, til Miðvágs.
- Eg síggi meg sjálva sum føroying, hóast eg havi búð uttanlands so nógv. Føroyar hava altíð verið mítt heim, men eg havi tikið nógv við mær, har eg havi búð, sigur fortelur Greta.

Tónleikur við allastaðni
Umframt foreldrini og systrina hevur Greta havt tónleikin og skrivingina við sær kring knøttin.
- Eg eri fyrst og fremst ein, sum skrivi. Eg havi altíð skrivað. Sum barn skrivaði eg altíð stuttsøgur í skúlanum, men fekk skeld, tí tær vóru ov langar. Loysnin var at minka støddina á bókstavunum, so tað ikki sá so langt út, flennir Greta, sum hevur skrivað umleið 90 sangir, men einans sjálv útgivið útgivið fimm higartil.
- Har eru kanska 60 sangir, sum eg ongantíð fari at brúka. Kanska fara teir til onkran annan, kanska fara teir ongastaðni. Men eg haldi, at tað er umráðandi at skriva. Tá steðgirnir verða ov langir, so er tað trupult at koma í gongd aftur.
- Alt er persónligt, sum eg skrivi. Mær dámar best at skriva til mín sjálvs og út frá mær sjálvari. Um onkur so heldur, at tað brúkast til okkurt annað, so er tað bara gott. Eg skrivi út frá tí, sum eg kenni og frá fólki, sum eg kenni. Kenslur, hugløg og upplivingar í samband við alt frá trupulleikum í einum bólki til ein film, eg havi sæð. Tað er best, tá tað er persónligt, og eg havi trupult við at skriva til onnur, heldur Greta, sum sigur seg skriva allastaðni og allatíðina.
- Eg arbeiði upp á so sera ymsar mátar. Viðhvørt vakni eg mitt um náttina og má skriva niður. Aðrar tíðir seti eg ein heilan dag av, har eg siti við klaverið ella havi gittaran. Men ofta má eg hava hava nøkur orð at fara í gongd við, og so kemur alt í senn. Eg skrivi allastaðni. Tað kann vera, tá eg siti í bussinum ella eri í haganum. Í Liverpool er ikki so lætt at fara í hagan, so tá var tað ofta, at eg sat á vesinum, lá í baðikarinum ella sat á einum bonki og skrivaði.
- Trý ára gomul hoyrdi eg violintónleik í útvarpinum. Mær dámdi so væl ljóðið. Leingi helt eg, at tað var eitt blásiljóðføri, so eg gjørdist eitt sindur kedd, tá eg so slapp at royna tað og fann út av, hvat tað var. Men eg elski violinina og streingjatónleik sum heild, fortelur Greta, sum framvegis spælir violin og eisini onnur ljóðføri.
- Eg spæli altíð á klaver ella gittar, tá eg geri tónleik. Eg dugi nøkunlunda at spæla, men ikki nóg væl til at framføra við tí. Tað er nokk so frustrerandi og tí fari eg at ganga til gittarundirvísing nú, sigur hon lítillátin.

Byrjaði 18 ára gomul
Hóast Greta altíð hevur havt ljóðføri rundan um seg, so var hon 18 ára gomul, tá hon sang fyrstu ferð. Hetta var saman við einum írskum bólki í Singapor í samband við, at hon flutti til Føroya. Í Føroyum hevði Greta sína fyrstu framførslu í Cleopatra.
- Tað var til eitt karaokekvøld, har ein bólkur hjá Arnold Ludvig spældi undir hjá teimum, sum høvdu hug at syngja. Men tey skuldi brúka onkran at framføra við bólkinum, áðrenn fólk tordu at koma á pallin. Tað tordi eg als ikki, so teir máttu spyrja fleiri ferðir, áðrenn eg játtaði.
- Eg havi altíð hugsað, at í Føroyum syngja øll. Eg elski felagssang, men eg havi ongantíð hildið, at eg kann verða sangari. Tað hevur einans verið ein dreymur, sigur Greta, sum altso hevur lagt rødd til eitt lag, sum varð tilnevnt eina Grammy.
- Nú eri eg eisini við í einum kóri, sum eitur Kata, ið framførir bulgarskan fólkatónleik. Har eru Unn Patursson, Eyð Berghamar Jacobsen, Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen og so kom eg upp í fyri trimum vikum síðani. Tað er sera stuttligt, ikki minst tí, at eg vanliga bara arbeiði saman við mannfólki. Vit skulu hava onkra konsert seinni í ár. Eg havi ikki tosað um tað, tí vit hava einki vant enn, men nú gleði eg sera nógv.

Nógvar óvissur
Við jøvnum millumbili hoyra vit um føroyskar tónleikarar, sum skulu fáa ein stóran sáttmála ella gera týdningarmikla avtalu, men so hoyrist einki aftur og alt fór í ommu sína. Greta ger sum heild ikki nógvan háva úr sær sjálvari. Hon kennir alt til, at hoyra eina rúgvu og so einki hoyra aftur. Tí fortelur hon sjáldan nakað, áðrenn alt er upp á pláss. Júst sum við kórinum Kata.
- Eg tori ongantíð at siga nakað, áðrenn alt er heilt vist. Tað er altíð ein rúgva í gongd, men av øllum tí, sum kann henda, eru tað kanska bara 20 prosent, sum veruliga henda. My Love, sum Cher syngur nú, er eitt gott dømi um tað. Har spurdi ein annar bólkur, um tey kundu brúka sangin. Men av onkrari orsøk, so bleiv tað ikki til nakað. Nakrar mánaðir seinni spyrja tey frá Cher, um hon kann syngja sangin, fortelur Greta.

Mongu bóltarnir
Soleiðis greiðir Greta frá um seg sjálva og sorgblíða tónleikin, sum hon hevur gjørt. Tónleikur og ein rødd, sum nakrir av heimsins mest viðurkendu tónleikarum tikið til sín.
Meðan hesir sangir, sum Greta hevur gjørt ella lagt rødd til, verða spældir á alskyns tónleikarásum og klubbum kring knøttin, drekkur Greta Typhoo te og arbeiðir við nýggjum tilfari í Miðvági. Hon roynir at fáa eitt lag út um mánaðin, og arbeiðir við eini fløguútgávu. Greta er so smátt eisini farin at fyrireika eina akustiska konsert, sum hon skal hava í Norðurlandahúsinum í desember, har Heðin Ziska Davidsen fer at spæla gittar saman við henni. Hon fer eisini at venja við kórinum Kata, kunngera okkurt sjónbandalagi og senda sín egna tónleik út til fólk í tónleikavinnuni.
Hesi tingini torir Greta at fortelja. Hvørjar aðrar og hvussu nógvar bóltar, hon annars hevur í luftini, kunnu vit bara gita um. Tí sum hon sjálv sigur, so sigur hon ongantíð nakað, áðrenn hon við vissu veit veit, at tað verður til nakað.

---

FAKTA
Greta Svabo Bech er 25 ára gomul og býr í Miðvági saman við bretska sjeikinum Fred Ruddick. Hon er útbúgvin bachelor í tónleiki og master í heimsspeki frá lærdum háskúla í Liverpool. Foreldrini eru Anna Maria Svabo Jørgensen úr Miðvági og Tummas Bech úr Vestmanna. Tey búgva í Týsklandi, meðan systurin Katrin Svabo Bech býr í Føroyum eins og Greta.