Sanna skoraði sigursmálið

Kvinnur: Føroyar vunnu fyri aðru ferð í tríggjar dagar landsdyst ímóti Andorra

Sanna Svarvadal skoraði sigursmálið. Hon hevur spælt 14 landsdystir, og hetta var fyrstu ferð, at hon var málskjútti

Fyri aðru ferð í tríggjar dagar vunnu Føroyar í kvøld kvinnulandsdyst í fótbólti. Leygardagin vunnu Føroyar vinardyst ímóti Andorra 3-1 í Klaksvík, og í kvøld vunnu Føroyar aftur ímóti Andorra. Úrslitið var 1-0 eftir málleysan fyrra hálvleik.

 

Málið skoraði KÍ miðvallarin Sanna Svarvadal, tá ið tað restaðu 13 minuttir. Sera eyðsýndi miðvallarin Jensa Tórolvsdóttir vann mitt á mótstøðuhálvuni bóltin og so spældi hon Sannu Svarvadal púra leysa, og Sanna takkaði fyri og setti bóltin framvið málverjanum.

 

Hetta var 14. ferðin, at Sanna Svarvadal var á landsliðnum, og hetta var fyrsta ferðin, at hon var málskjútti á landsliðnum.                   

 

Hóast talan ikki var um so nógvar upplagdar málmøguleikar, so var eingin ivi um, at føroyska liðið var leikliga omaná, og tað vóru fleiri góðar støður.

 

Kvinnulandsliðið skal í eldin aftur fyrst í september, tá ið tveir HM undankappingardystir á heimavølli vera á skránni. 1. september verður Ukraina gestur, og 5. september verður Skotland gestur.

 

https://in.fo/myndasavn

 

-

 

Føroyar – Andorra 1-0 (0-0)

 

1-0: Sanna Svarvadal 77.

 

Dómari: Alex Troleis

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ – Ása S. Carlsen, HB, Birita Ryan liðformaður, KÍ, Rakul Johannesen Oppsal IF, Tórunn H. Joensen, KÍ – Mona Rasmusdóttir, Víkingur (Maria á Lakjuni, Víkingur, 77.), Rúna Jacobsen, HB (Tóra Mohr, KÍ, 46.), Sanna Svarvadal, KÍ, Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur, Heidi Sevdal, NSÍ (Ansy Sevdal Jakobsen, NSÍ, 57./Rebekka Klein Olsen, HB, 90.) – Julia Naomi Mortensen, AaB (Sissal Haraldsen, 07 Vestur)

 

Sanna Svarvadal skoraði sigursmálið. Hon hevur spælt 14 landsdystir, og hetta var fyrstu ferð, at hon var málskjútti