SMS: Fríða tryggjaði VÍF bronsuna tá 12 sekund vóru eftir

Vestmannakvinnur vunnu bronsudystin móti Neistanum aftaná longda leiktíð

Mynd: VÍF

VÍF er bronsuvinnari í SMS-deildini í 2024.

 

Hetta gjørdist greitt aftaná VÍF aftaná longda leiktíð vann 38-37 á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn.

 

Fríða Nolsøe Olsen (myndin) skoraði sigursmálið tá 12 sekund vóru eftir av longdu leiktíðini.

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 32-32. Í steðginum var VÍF á odda 14-12.

 

Hervør Niclasen var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Toppskjúttar hjá VÍF vóru Fríða Nolsøe Olsen og Durita C. Jojic við átta málum hvør. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá bronsudystinum:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Mynd: VÍF

Mynd: HSF