Upptakt
Hóast tað enn bert er farin ein triðingur av kappingarárinum, so líkist tað longu nú einum botngysara av format, tá GÍ sunnudagin vitjar í Vági.
Annars so sigursvanda GÍ hevur havt óvanliga vánalig úrslit higartil í ár, og hóast eitt ættarliðsskifti innibar niðurjusteraðar vónir til kappingarárið, so er verandi støðan ikki nakað, sum viðhaldsfólkini uttan víðari vilja góðtaka. Fýra stig frá níggju dystum hava sent liðið á ein botnsess, har teir í løtuni eru fýra stig aftan fyri VB, sum eru næstniðastir.
Og tí verður talan um ein sokallaðan seks-stiga dyst hesaferð. Vinnur GÍ, so er níggjunda plássið bert eitt stig burturi, meðan eitt tap hinvegin ber við sær, at frástøðan uppeftir talvuni gerst væl størri, enn gott er.
Skulu vísa karakter
Og hetta tykjast spælararnir eisini vera fullgreiðir um. Og teir fara suður til vágs við sera greiðum setningi.
- Hesin dysturin má so fyri alt í veriðini ikki tapast. Og ongantíð betri, enn um vit fáa trý stig burturúr, sigur Sámal Joensen.
Sjálvur hevur Sámal annars verið á skaðalistanum seinastu vikurnar, men hann roknar tó við at verða tøkur sunnudagin, eins og Jónreid Dalheim helst eisini verður tað, eftir at hann hevur verið úti við skaða.
Sámal viðgongur, at vánaligu úrslitini sjálvandi hava merkt lagið í hópinum nakað seinastu tíðina, men hinvegin vil hann á ongan hátt geva skarvin yvir.
- Vit ætla okkum so ikki at fara niður við høvdinum. Tvørturímóti er tað júst í hesum dystinum, at vit skulu vísa karakter, staðfestir Sámal.
Heimaavrikini betrast
Men einki er at ivast í, at eisini vágbingar vilja hava stig burturúr dystinum. Júst GÍ er eitt av liðunum, sum VB hevur staðið seg merkisvert illa ímóti á heimavølli.
- Yvir høvur hava avrikini hjá okkum als ikki verið nóg góð á heimavølli í ár. Og tað er nakað, sum má betrast nú. Tí hesin dysturin skal geva seks stig.
Tað er nýklækti landsliðsspælarin hjá VB, Mortan úr Hørg, sum vit hava í horninum.
Eins og Sámal Joensen, so ásannar Mortan, at hetta er ein ordiligur botngysari, hóast kappingarárið enn er tungt, og at dysturin fyri alt í verðini ikki má tapast.
Og eins og GÍ, so hava vágbingar allar mans tøkar til dystin. So er spurningurin, hvørt nakrar broytingar verða framdar í mun til samansetingina, sum fyri viku síðani misti sigurin á EB/Streymi í evstu løtu.