Fótbóltsfeløgini fóru sum av torvheygum úr FSF húsinum leygardagin. Í hvussu so er tey, sum høvdu roknað við, at nevndin fór at verða mannað, og at nýggjur nevndarformaður fór at verða valdur á ársaðalfundinum. Punktið hesum viðvíkjandi varð útsett til leygardagin 20. mars. Tá verður aðalfundurin tikin uppaftur, og tað verður einki annað á skránni enn punktið, sum hevur við nevndarval at gera.
Fyri uppskotinum um at útseta valini atkvøddu tólv. Ímóti vóru níggju og ein atkvøða ? ivaleyst tann hjá FSF ? var blonk.
Um tað verða eitt ella fleiri evni til formanssessin, og um tað verða fimm ella færri ella fleiri evni til teir tríggjar sessirnar í nevndini, sum skulu mannast, ber ikki til at siga nakað um enn. Um eingin av teimum, sum vóru í uppskoti til fundin leygardagin, tekur seg aftur, so verða teir eisini í uppskoti til fundin 20. mars. Inntil hóskvøldið 11. mars á midnátt ber til at koma við nýggjum uppskotum.
Fram til aðalfundurin verður tikin uppaftur, er Dánial Andreasen konstitueraður formaður í FSF, og nevndarlimirnir, sum hava verið í nevndini, sita í sínum sessum. Sagt verður, at støðan líkist henni, tá ið løgtingsval hevur verið, eftir at løgmaður hevur lagt frá sær, og tað verður bíðað eftir nýggjum løgmanni og landsstýri. Tá ber til ikki til at taka stórvegis politiskar avgerðir. Tað ber tað heldur ikki til hjá nevndini í FSF, inntil formaðurin og tríggir nevndarlimir eru valdir leygardagin 20. mars.
Kroystur frá
Tá ið aðalfundurin leygardagin kom til punkt fýra, og orðstýrarin, Jógvan Arge, hevði staðfest, at bara eitt uppskot til formann var, og at Frithleif Olsen tískil eftir øllum at døma varð valdur, bað VB formaðurin, John Hendrik Holm um orðið.
Hann fjaldi ikki yvir, at hann ikki var serliga væl nøgdur við støðuna, sum nú var íkomin. Hann vísti á, at Dánial Andreasen ikki var í uppskoti, tí formaðurin seinastu tvey árini hevði kent seg kroystan at leggja frá sær. Hann visti eisini at siga, at Rúni Heinesen hevði tikið seg aftur sum formansevni, tí at hesin hevði fatan av, at hann ikki fór at fáa undirtøku.
VB formaðurin gav týðuliga til kennar, at hann als ikki var nøgdur við telvingina, sum hevði havt við sær, at Frithleif Olsen at enda varð einasta valevni, sjálvt um hann undirstrikaði, at hann einki persónligt hevði ímóti einasta formansvalevninum.
John Hendrik Holm setti uppskot fram um, at málið um val av formanni og nevndarlimum varð útsett.
Vil breiða undirtøku
Spurningurin varð viðgjørdur eina góða løtu. Fyri teir, sum høvdu skotið Frithleif Olsen upp, vísti Eli Hentze, formaður í B71 á, at alt hevði gingið fyri seg innanfyri tað, sum er ásett viðvíkjandi vali av formanni og nevndarlimum. Hann mælti til, at fundurin valdi Frithleif Olsen til formann, og at atkvøtt varð millum teir fimm, sum vóru í uppskoti til teir tríggjar nevndarsessirnar.
Christian Andreasen, sum hevur verið nevndarlimur, men sum ikki hevur ynskt at vera í uppskoti at halda fram í nevndini, duldi ikki, at hann metti tað vera týdningarmikið, at nevndin nú beinanvegin varð arbeiðsfør, tí tað liggja nógvar uppgávur og bíða eftir nevndini.
Fleiri aðrir tóku orðið, men talan varð ikki um at viðgera fráfarandi formannin og áralagið í nevndini og samstarvið millum nevndina og umsitingina.
Áðrenn tað varð atkvøtt, bað Frithleif Olsen um oðrið. Hann umboðaði ikki nakað felag, men orðstýrarin játtaði honum, sum tað eisini var rímuligt í hesi støðuni, orðið. Frithleif Olsen segði seg væl skilja, um tað varð meiriluti fyri at útseta formansvalið og valið av nevndarlimum. Hann segði seg vilja vera formann fyri øll feløgini í FSF, og at hann ikki hevði mett tað heppið, um bara helmingurin av feløgunum høvdu tikið undir við honum.
Tá ið orðstýrarin setti uppskotið frá VB formanninum til atkvøðugreiðslu, varð staðfest, at tað fór at verða samtykt, um meirilutin av fundinum tók undir við tí. Tólv atkvøddu fyri, og harvið var málið, sum undan fundinum hevði verið mest viðgjørt, útsett.
Um tað verður Frithleif Olsen ella onkur annar, sum verður FSF formaður, fæst ikki at vita fyrrenn 20. mars. Men tað er greitt, at Dánial Andreasen ikki verður í uppskoti:
? Mín tíð er farin. Eg havi boðað frá, at eg ikki ætli at halda fram sum FSF formaður, og ta avgerðina fari eg ikki at broyta, segði Dánial Andreasen.