Sannleikans tími bíðar í Fraklandi

Í dag verður seinna umfar av franska tjóðartingsvalinum

Nýggja, sterka parið í fronskum politikki – Marine Le Pen og Jordan Bardella, sum mynda flokkin Rassemblement Nationale (Mynd: Benoit Tessier/Reuters)

Høgraflokkurin Rassemblement Nationale stendur sambært veljarakanningum til at fáa flestar atkvøður á franska tjóðartingsvalinum í dag, men ósannlíkt er, at flokkurin fær avgjørdan meiriluta.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Rassemblement Nationale við Marine Le Pen sum undangongufólki fekk 33 prosent av atkvøðunum á fyrra umfari av tjóðartingsvalinum fyri viku síðani, og roknað verður við góðari undirtøku á valinum í dag.

 

577 sessir eru í franska tjóðartinginum, og 76 av sessunum vóru mannaðir fyri viku síðani. Í dag skulu hinir 501 tinglimirnir veljast.

 

Møguleiki er fyri, at eingin av teimum trimum blokkunum á valinum – tað víðgongda høgra, mið-vinstra hjá forsetanum Emmanuel Macron og víðgongda vinstra – fær avgjørdan meiriluta, og so verður støðan fløkt.

 

Skuldi tað hent, at Rassemblement Nationale fær meiriluta á valinum í dag, verður Macron forseti noyddur at útnevna forsætisráðharra, sum hann er púra ósamdir við og stríðist hart ímóti á valinum í dag.

 

Marine Le Pen stílar eftir avgjørdum meiriluta á valinum í dag. Tað verður gjørt við lyftum um strangari útlendingapolitikk, lóg og ordan og meira Frakland og minni ES.

 

– Vit hava brúk fyri meiriluta, so at Jordan Bardella um átta dagar kann verða útnevndur forsætisráðharri av Emmanuel Macron, segði Marine Le Pen sambært Reuters. Hon sipar til 28 ára gamla formannin í Rassemblement Nationale.

 

Roknað verður við, at fyrstu landsumfatandi forsøgnirnar verða tøkar klokkan 19 í kvøld.

 

 

 

Nýggja, sterka parið í fronskum politikki – Marine Le Pen og Jordan Bardella, sum mynda flokkin Rassemblement Nationale (Mynd: Benoit Tessier/Reuters)