Fyri tveimum árum síðani, í februar 2020, fór føroyska Sarah Mahfoud í ringin móti táverandi heimsmeistaranum í boksing úr Argentina, Brenda Carabajal. Við tónum frá Eivør var stemningurin settur, tá hon gjørdi sína entré í Frederiksberg høllini.
Og tá avtornaði var eingin ivi. Sarah smurdi heimsmeistaran so dyggiliga av og vann sær harvið heimsmeistaraheitið IBF í greinini fjaðurvekt. Sum nýklaktur meistari fekk hon eitt gullbelti – og eitt tað fyrsta hon segði aftaná boksidystin var, at hon ætlaði sær til Føroya at vísa ommu síni gullbeltið.
Nú eru tvey ár liðin, síðan brakið í Frederiksberg høllini, og gullbeltið hevur fingið eitt gott pláss í stovuni heima í Keypmannahavn. Og takkað veri koronuavlýsingum í fjør er Sarah enn heimsmeistari. Men tað er hon ikki neyðturviliga serliga leingi aftrat – tí 21. apríl skal hon í ringin aftur sama stað, har hon nú skal forsvara sítt heitið sum heimsmeistari.
Mótstøðukvinnan er týska Nina Meinke, sum liggur hægst á ranglistanum í løtuni – undir heimsmeistaranum Sarah Mahfoud væl at merkja. Nina er europameistari og verður roknað sum hørð mótstøða fyri núverandi heimsmeistaran.
Sjálv heldur Sarah Mahfoud tó ikki, at nøkur orsøk er at stúra fyri, hvussu hon fer at klára seg.
– Eg vinni.
Sarah er skjót at svara uttan at ivast eina lítla løtu, tá eg spyrji, hvørjar hennara vónir eru.
– Sjálvandi. Man skal trúgva upp á seg sjálvan. Um man ikki ger tað, so kann man akkurát tað sama finna sær okkurt annað at gera, sigur hon.
– Nina hevur boksað nógv og er sterk. Men hon sleppur ikki at taka heimsmeistaraheitið frá mær.
Nú hevur Sarah Mahfoud sum kunnugt longu vunnið meistaraheitið einaferð, og tað er nakað serligt at skula verja hetta heitið.
– Tað var fantastiskt at vinna í 2020. Men at skula forsvara tað nú er nakað annað. Eitt er jú at fáa heitið, men nakað annað er at varðveita tað. Nú vil eg inn at vísa, at eg havi hetta heitið uppiborið, sigur Sarah Mahfoud.
In.fo var á staðnum, tá Sarah vann heimsmeistaraheitið í 2020. Tá fingu vit orðið á føroyska meistaran - sí videobrotini her:
##med2##
##med3##