Sarkozy lovar fólkaatkvøðu um ES-sáttmálan

Í einari roynd at tekkjast teimum ES-ivingarsomu veljarunum í Fraklandi lovar Nicolas Sarkozy, forseti, nú, at verður hann afturvaldur, fer hann at skipa fyri fólkaatkvøðu um tær nýggju ES-reglurnar um fíggjarpolitikkin hjá limalondunum.

Tað skrivaði bretska blaðið Daily Telegraph á síni tíðindasíðu í gjárkvøldið. Blaðið legði afturat, at tíðindini fella neyvan í góða jørð í Berlin, tí Angela Merkel, kanslari, var tann, sum gekk undan í arbeiðinum at fáa tær nýggju reglurnar um fíggjarpolitikkin.

Tann 6. mai skal Sarkozy dystast við sosialistin Francois Hollande í seinna umfari av franska forsetavalinum. Hollande hevur alla tíðina sagt, at hann er ikki nøgdur við tær nýggju ES-reglurnar um fíggjarpolitikkin, og at hann fer at royna at fáa tær endurskoðaðar, vinnur hann valið.