SAS fær milliardir úr USA

Amerikanskt íløgufelag er sinnað at læna SAS fimm milliardir

(Mynd: Ritzau Scanpix)

Norðurlendska flogfelagið SAS hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar, og covid-19 og verkfall hava bara gjørt støðuna verri.

 

Róð hevur verið fram undir, at framtíðin hjá SAS var í vanda, tí felagið hevur risastóra skuld, og raksturin hevur ikki verið nóg góður.

 

SAS hevur havt sonevnda konkursverju í USA, sum hevur givið fyritøkuni frið at arbeiða við fíggjarstøðuni hjá felagnum.

 

Nú hevur amerikanska íløgufelagið Apollo Global Management játtað SAS lán upp á 5,1 milliard krónur, og tað tryggjar leiðsluni í SAS umstøður at umskipa felagið næstu mánaðirnar.

 

Ein av sentralu lutnum í nýskipanini er at gera sparingar í rakstrinum, so SAS verður bíligari at reka frameftir.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)