Triði ársfjórðingum eydnast sera væl hjá skandinaviska flogfelagnum, SAS.
SAS tykist nú at fáa vøkur svørt tøl á botnlinjuni í hesum roknskaparárinum.
Úrslitið eftir skatt var næstan tað dupulta í triðja ársfjórðingini í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Úrslitið er 1,54 milliardir svenskar krónur í mun til 805 milliónir svenskar krónur somu tíð í fjør.
Orsøkin er millum annað, at umsetningurin hevur verið næstan tríggjar milliardir krónur hægri enn í fjør.
Positivu fíggjarúrslitini hava fingið felagið at uppjustera væntanina til ársins úrslit sum heild.
Nú roknar felagið við at fáa eitt enn betri úrslit fyri skatt enn í fjør, tá tað var 939 milliónir krónur. Annars vóru metingarnar bara, at roknað varð við einum positivum úrsliti.
/ritzau/