SAS misbrúkti álitið á Atlantsflog upp á tað grovasta

– Tíggju túsund føroyingar eru við í Euro Bonus skipanini, skrivar Elding í promoveringini av nýggjum søluátaki saman við SAS. Stóru undirtøkuna hjá Euro Bonus eigur Atlantic Airways størstan lutin í, tí felagið valdi at siga síni egnu Súluskipan farvæl og flyta øll síni viðskiftafólk inn í Euro Bonus skipanina.

 

Tað skrivar Magni Arge, fólkatingsmaður og fyrrverandi stjóri hjá Atlantsflog, á Facebook.

 

Hann vísir á, at nakrar mánaðir seinni segði SAS avtaluna upp um Euro Bonus-samstarv við Atlantsflog og meldaði seg á banan, sum nýggjur kappingarneyti í Føroyum.

 

– Vit hava eitt øðrvísi produkt, tí vit kunnu bjóða Euro Bonus, var ein grundgeving, sigur Magni Arge og heldur fram.

 

– Haldi at Atlantsflog var í góðari trúgv, tí samstarvið millum feløgini hevur altíð verið tætt. Hinvegin er neyvan nakar ivi um, at SAS upp á tað grovasta misbrúkti álitið frá føroyska felagnum.

 

– Myndugleikar í norðanlondum hava fleiri ferðir avmarkað rásarúmið hjá SAS at brúka Euro Bonus í marknaðarátøkum, tí tað avlagar kappingina. Tað skuldu myndugleikarnir eisini gjørt í hesum førinum, og syrgt fyri at tvinna flúgviloyvi hjá SAS og atgongdina hjá Atlantsflog til Euro Bonus saman, sigur fólkatingsmaðurin.