SAS sigur 5.000 fólk úr starvi

Orsakað av koronasmittuni hevur flogfelagið SAS boðað frá, at í næstum verða um 5.000 starvsfólk søgd úr starvi.

Leiðslan í SAS kom við fráboðanini í morgun, og talan er um næstan annað hvørt starvsfólk, ið nú noyðist at finna sær nýtt arbeiði.

Um 1.700 teirra verða uppsøgd í Danmark, 1.900 í Svøríki og 1.300 í Norra.

Eftir at flogferðslan legðist meira ella minni lamin av koronasmittuni, gjørdist neyðugt hjá SAS at senda 10.000 starvsfólk fyribils heim, og í løtuni hevur flogfelagið bert avmarkaðan ferðafólkaflutning, men nú er so greitt, at tey átøk, ið eru framd, eru ikki nokk til at bjarga arbeiðinum hjá teimum 5.000.

Leiðslan í SAS hevur kortini boðað frá, at felagið fer sum best ber til at samstarva við fakfeløg um at halda talið av uppsøgnum so lágt sum gjørligt.

– Covid-19 hevur noytt SAS at síggja í eyguni ein nýggjan veruleika, sum fer at ávirka ikki bert komandi mánaðirnar, men komandi árini, sigur Richard Gustafson, stjóri í SAS í tíðindaskrivi.

– Tað er harmiligt, at vit mugu skerja arbeiðsmegina í mun til minkaða ferðafólkatalið. Ikki minst tá hugsað verður um góðu gongdina seinastu árini, sum bert var gjørlig orsakað av góða arbeiðinum hjá dugnaligu og ídnu SAS starvsfólkunum, sigur Richard Gustafson.