Satsar upp á Dag & Viku

- Við teirri manning vit hava á tíðindadeildini í sjónvarpinum er ikki pláss fyri kjaki, um vit skulu halda góðskuni á Degi & Viku á einum nøktandi støði, sigur Jon Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari

Í Degi & Viku í gjár varð kunngjørt, at kjakið, sum annars hevur verið hvørt týskvøld og hóskvøld, nú verður tikið av skránni.

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Jon Brian Hvidtfeldt, harmast um, at neyðugt er at taka hetta stigið.

- Eg kann bara fyrihalda meg til tey starvsfólk, sum eru á tíðindadeildini, og vit hava koyrt við lítlari manning nú í longri tíð, sigur Jon Brian Hvidtfeldt.

Hann viðgongur, at nú kjakið er burtur, minkar parturin av føroyskt framleidda tilfarinum í sjónvarpinum.

- Kjakið er takknemmiligt tilfar at framleiða sum so, men tað klípur burtur av teirri orku, sum er á tíðindadeildini. Siga vit, at kjakið varar í 20 minuttir merkir tað, at tað verða tvær ferðir 20 minuttir minni føroyskt framleitt tilfar um vikuna, sigur Jon Brian Hvidtfeldt.

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum sigur, at tað, at tey hava koyrt við lítlari manning, hevur gingið út yvir góðskuna á Degi & Viku, og tað er hetta, sum hann nú tekur avleiðingaranr av.

- Við at sleppa kjakinum kunnu vit nýta meiri orku til innsløgini í Degi & Viku, og harvið fáa góðskuna upp á eitt nøktandi støði, sigur Jon Brian Hvidtfeldt.

 

Rist gevst

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum er í løtuni í holt við at gjøgnumganga og broyta nakrar arbeiðsgongdir í sambandi við Dag & Viku, sum skal gera sendingina betri.

- Eg havi valt at seta fult fokus á Dag & Viku, og so er ikki orka at gera kjaksendingar eisini, sigur Jon Brian Hvidtfeldt.

Men tað er ikki bara kjaksendingin, sum verður tikin av skránni. Eisini sendingin Rist, sum varð tikin á skránna í vár og aftur nú í heyst, gevst. Og tað harmast Jon Brian Hvidtfeldt um.

- Eg meti, at tað hevur stóran týdning at vit senda brúkarasendingar. Tað er bæði gott stoff hjá okkum at senda, samstundis sum tað ger hyggjaran varugan við tey rættindi, hann sum brúkari hevur. So tað er ógvuliga harmiligt, um tær sendingarnar ikki verða tiknar upp aftur, sigur Jon Brian Hvidtfeldt.

Hetta hevur tó einki at gera við, at George L. Petersen gevst í Kringvarpinum og fer aftur á Dimmalætting at arbeiða, vísir tíðindaleiðarin á.

 

Eisini ÚF

Men tað er ikki bert í sjónvarpinum, at knappast við orku. Ein stórstílað undirhaldsætlan í útvarpinum bleiv ikki til nakað, hóast nógv tíð og orka varð nýtt til fyrireikingarnar.

- Mann kann siga, at talan fyrst og fremst var um óhepna timing. Vetrarskráin byrjaði stórt sæð sama dag, sum seks nýggir leiðarar tóku við, og tað var ikki heilt rætta løtan at byrja nakað nýtt og langsiktað, sigur Herluf Sørensen, programmleiðari.

Hann sigur, at fíggjarliga er ikki so nógv at rutta við, og tí verður hugt gjølla at, hvat pengarnir verða brúktir til.

- Júst hendan sendingin siktaði langt fram, og vit mettu ikki, at tað var rætta tíðin at binda seg langt fram í tíðina, sigur Herluf Sørensen.

Tey eru annars í holt við at menna eina interna programmstrategi í løtuni, og hava bæði strategisamrøður og bólkar, sum arbeiða við menningini.

- Men harvið ikki sagt, at ætlanin við undirhaldssendingini leygarkvøld er heilt slept. Tað er væl møguligt at málið verður tikið upp aftur, tá vit koma inn í nýggja árið, sigur Herluf Sørensen.

Hann sigur, at raksturin er tungur, og tí mugu beinharðar raðfestingar til. Og timingin við nýggju undirhaldssendingini var stutt sagt óheppin.

 

Gekkurin bjargingin

Men hóast tað er fíggjarliga tungt at reka stovnin, so kann leiðslan kortini fegnast um eina óvæntað stóra peningaliga innspræning. Risastóri Gekkurin í summar førdi til eina munandi økta inntøku til Kringvarpið.

- Óvæntað stóra inntøkan frá Gekkinum merkir, at vit ikki hava eitt undirskot í rakstrinum, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Kringvarpsstjórin sigur, at hevði Gekkurin ikki givið so nógv í summar, hevði stovnurin allarhelst havt eitt undirskot á fýra milliónir krónur.