Satt valstríð í Turiðargøtu

Steinfinnur Mittelstein, Inga Dahl og Tórfinn Smith stríðast hvør í sínum lagi fyri at vinna ávikavist Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum atkvøður á kommunuvalinum í Havn týsdagin. Í gerandisdegnum eru tey grannar í Turiðargøtu í Havn

Steinfinnur. Inga. Tórfinn. Trý tilvildarlig nøvn í stóru rúgvuni av valevnum, sum møguleiki verður fyri at seta krossin við til kommunuvalið týsdagin. Hesi trý hava lítið í felag politiskt, tí tey umboða hvør sín flokk á kommunuvalinum. Hóast hvør sín politiska lit er tað kortini okkurt, sum knýtir tey saman.
Seinastu mongu árini hava Steinfinnur Mittelstein, Inga Dahl og Torfinn Smith verið grannar í Turiðargøtu , sum liggur á Ovara Ternuryggi í Havn. Gøtan hoyrir avgjørt ikki millum tær stóru gøturnar í høvuðsstaðnum, og tí er tað eitt sindur margháttligt, at heili trý valevni eru at finna í somu gøtu, sum ikki telir meira enn góð 20 hús.

Heldur B36 og HB
Hetta er fyrstu ferð, at Steinfinnur Mittelstein og Inga Dahl stilla upp til kommunuval. Tey stilla ávikavist upp fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Triðja valevni er hinvegin royndur í garði. Tórfinn Smith hevur seinastu 20 árini umboðað Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð.
Spurd um tað verður tosað nógv um politikk í Turiðargøta , eru tey skjóta at svara, at tað verður tað ikki.
?Nei vit hava nógv annað at tosa um enn politikk, tá vit eru saman í Turiðargøtu. Vit tosa ómetaliga lítið um politikk, tí okkum dámar nógv betur at syngja og hugna okkum, og ikki minst prika hvønn annan við HB og B36 ella við Neistanum og Kyndil.
Kunnu grannarnar í Turiðargøtu væntar sær góðar sømdir um øll tit verða vald týsdagin?
-Ha Ha. Jú vit lova, at vegurin í Turiðargøtu verður gjørdur úr marmor, um vit verða vald, verður sagt skemtandi.

Tamt valstríð
Steinfinnur, Inga og Tórfinn eru øll á einum máli um, at valstríðið til kommunuvalið í ár hevur verið tamt.
?Nú kenni eg ikki tað at vera í einum valstríði, men sum borgari haldi eg tað hevur verið rættiliga tamt. Tað hava verið rættiliga fáir valfundir, og tað er ikki nógv tú hevur sæð til lýsingar og plaktatir, sigur Steinfinnur Mittelstein
Inga Dahl tekur undir við Steinfinni.
?Tað er rætt sum Steinfinn sigur, men eg haldi ikki tað ger nakað um plakatirnar ikki koma so tíðliga, og um vikuskiftið vænti at síggja fleiri plakatir í býnum. Hinvegin merkir tú væl, at tað verður práta meir og meir um kommunuvalið nú tað nærkast, vísir Inga Dahl á.

Tórfinn Smith er tann mest royndi politikarin av teimum trimum, og hann vísir á, at valstríðið til kommunuval er vanliga tamt.
?Eg minnist ikki nakrantíð, at tað hava verið so nógvir valfundir. Eg minnist kortini ein valfund í Sjónleikarahúsinum, har 15 áhoyrarar møttu, og hvør teirra var valevni. Vit hava við stuttum millumbili havt tvey løgtingsval, og tað merkist sjálvsagt. Tú kanst á ein hátt siga, at bæði luftin og pengarnir eru farnir við hesum valstríðum, heldur Tórfinn Smith.

Tosa við fólk
Dagarnir til kommunuvalið fækkast, og endaspurturin til valið er farin í gongd. Vit hava spurt Tórfinn, Ingu og Steinfinn, hvussu tey hava rikið til valið í ár.
?Mær tykir sum um, at sitandi býráðslimir hava betri møguleikar, enn vit nýggju, og fleiri teirra hava eisini sterkari fíggjarevni enn nýggju valevnini. Eg havi ikki ráð til stór skelti, sum kosta fleiri 1000 krónur, so eg havi roynt at tosa við fólk, skriva greinar og sent teldupostar, sigur Steinfinn Mittelstein.
-Hjá mær er tað tað sama. Eg havi fyrst og fremst tosað við fólk, og eg havi eisini skrivað onkra valgrein. Tá tú stillar upp fyri fyrstu er tað lætt at koma í samband við fólk, tí tú fært nógvar reaktiónir og fólk spyrja, hvat tú stendir fyri, og tað er bara stuttligt, heldur Inga Dahl.
?Tað er einki at ivast í, at tað er fótarbeiðið- also prát við fólk-sum telir til kommunuvalið. Stórar plakatir og greinar er bert jólapynt. Eg havi helst verið meira anonymur enn aðrir býráðslimir í samgonguni, og tí havi eg gjørt av at senda eitt faldiblað í hvørt hús hesaferð, men sjálvandi havi eg eisini tosað við fólk, sigur Tórfinn Smith.

.