Sáttmálin við Kringvarpið skal í Løgtingið

Uppskot til orðaskifti um public service-sáttmálan

Kringvarpsstýrið, sum varð valt í 2019. Síðani tá er Elin Winther Poulsen, sum var forkvinna í stýrinum, farin frá, tí hon í morgin byrjar sum journalistur í Kringvaprinum. Jenis av Rana valdi herfyri Símun J. Hansen í hennara stað til formann.

Á løglistanum, sum er latin Løgtinginum í sambandi við ólavsøkurøðu løgmans stendur millum annað málið um public service sáttmála millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.

Tvær ferðir áður er slíkur sáttmáli gjørdur, og hóast long tíð er fráliðin, síðani seinast sáttmálin fór úr gildi, so er enn eingin nýggjur sáttmáli gjørdur.

Landsstýrismaður í mentamálum er Jenis av Rana, og fáur politikari hevur verið so atfinningarsamar ímóti Kringvarpinum, sum júst Jenis av Rana. Hann hevur áður tosað um, at kringvarpsgjaldið skal avtakast, og at fólk sjálvi skulu kunna velja, hvønn fjølmiðil, tey vilja rinda fyri.

Hóast víðgongdu sjónarmiðini hjá formanninum í Miðflokkinum, so røkka tey neyvan inn í public service – men áhugavert verður at síggja, hvussu sjónarmiðini hjá landsstýrismanninum fara at síggjast aftur í sáttmálanum.

Í januar skal Jenis av Rana velja nýtt kringvarpsstýri.

Uppskotið um nýggjan public Service sáttmála skal sambært løglistanum leggjast fyri tingið í heyst.

##med2##