Tað upplýsir innanríkismálaráðið.
Sambært ráðnum komu tey avrættaðu frá ymiskum pørtum av Saudi-Arabia. Tey høvdu tilognað sær víðgongdar hugsjónir og skapt yvirgangsbólkar. Endamálið var at skapa kaos og skapa sekteriskt stríð, verður sagt.
Avrættingarnar vórðu framdar í høvuðsstaðnum Riyadh, heilagu býunum Mekka og Medina og í útjaðaranum av tveimum øðrum býum.
Mánadagin upplýsti Islamskur Statur, at tey høvdu ábyrgdina av álopinum á eina løgreglustøð í saudiska býnum Zulfi. Har vóru allir fýra álopsmenninir dripnir.
/ritzau/AP