Í gjár kom nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt á almenna vitjan í Føroyum. Við er eisini konan Kristjana Motzfeldt. Savalimmiunut Tikilluarit - Vælkomin til Føroya - tit bæði og tey, sum eru í tykkara fylki.
TAÐ er altíð hugaligt at fáa frægar gestir á vitjan. Men einki er sum at bjóða nøkrum av okkara bestu og næstu grannum hjartaliga vælkomnum. Hetta skulu tit vita, at grønlendingar eru altíð vælkomnir til Føroya.
SAMVINNAN millum londini bæði byggir á drúgvar traditiónir bæði vinnuligar og mentanarligar. At tað júst í hesum tíðum koma út bøkur um føroyingar í vinnu í Grønlandi sigur so heldur ikki so lítið um, hvat vit hava at takka grønlendingum fyri, tá tað snýr seg um at troyta teirra fiskigrunnar.
SÍÐANI virksemið í Føroyingahavnini datt niðurfyri og einki útlit var fyri at menna hetta av nýggjum hevur tað kanska verið so sum so við vinnuliga samstarvinum. Spurningurin er um ikki føroyingar og grønlendingar aftur kunnu taka saman hendur og vera við til at menna vinnuna í Norðuratlantshavi. Nú vit fara inn í eina nýggja øld - og tað eisini við einum nýggjum grønlendskum leiðara, sum eisini hevur drúgvar royndir frá fortíðini - er tað spurningurin, um vit ikki áttu at sett út í kortið av nýggjum - vinnunuliga, handilsliga, mentanarliga og menniskjansliga. Nú er tað so lætt at brúka orð sum samvinna og samstarv. Uttan ítøkiligt innihald eru tað bara innantóm og einkisigandi orð. Hetta mugu vit til at gera nakað við. Vit mugu til at geva hesum orðum kjøt og blóð - vit føroyingar og tit grønlendingar - til felags ágóða.
SUM smátjóðir - men kortini við nøkrum av heimsins ríkastu økjum - hava vit so nógv til felags. Vit hava nógv at geva hvør øðrum og vit hava nógv at læra hvør av øðrum. Okkara lutur sum smátjóðir, ið vilja verja mál, mentan og sereyðkenni fyri ikki at tosa um náttúruna og umhvørvi annars, er at hittast oftari til at tosa um viðurskiftini. Bert við einum framhaldandi dialogi ber til at gera orð til veruleika. Tvs. at fremja í verki tað, ið vit øll so fegin síggja fram til.
JONATHAN MOTZFELDT kennir føroyingar væl, tí hann hevur verið landsstýrisformaður áður. Hetta er so hansara fyrsta vitjan sum nýggjur formaður, og vit síggja fram til, at hann fer at halda fram við tí politikki, sum undanmaður hansara, Lars Emil Johansen rak mótvegis grannalondum sínum. Tað er altíð hugaligt og forvitnisligt at fáa vitjan úr Grønlandi. Hóast vit eru so ymisk, so hava til til felags at vera smátjóðir, ið vilja verja og hjúkla um sín identite. Latið okkum ikki bert tosa um vinnuligt samstarv - latið okkum ikki minst taka útgangsstøði í tí menniskjansliga og umhvørvinum. Tað er hetta, sum skapar fortreytina fyri øllum øðrum, nettup hetta at vit eru serstøk fólk við egnari mentan, máli og livihátti. Væl skulu vit samskifta við umheimin, men latið okkum eisini hjúkla um tað, sum veruliga er okkara. Hjartaliga vælkomin til Føroya.