Savnaðu 17 milliónir í tvær vikur

Fyribilsuppgerð vísir, at føroyingar teknaðu 17 milliónir krónur í Atlantic Petroleum

Eirikur Lindenskov


Tað eru eftir øllum at døma fleiri føroyingar enn teir, ið standa aftan fyri Atlantic Petroleum, sum trúgva upp á eitt føroyskt oljuævintýr.

Seinastu fjúrtan dagarnar hava umleið 1.000 føroyingar teknað ikki færri enn 17 milliónir krónur í partapeningi.

Av Atlantic Petroleum verður sagt, at tekningin varð framd í tøttum samstarvi við føroysku peningastovnarnar, og er hetta fyrstu ferð, at hesin háttur at útvega partapening er nýttur í Føroyum. Minstaupphæddin, ið skuldi teknast, var 15 milliónir krónur. Føroya Banki og Føroya Sparikassi veittu, saman við øðrum, trygd fyri, at henda upphædd varð rokkin.

Ein fyribilsuppgerð yvir tekningina frá peningastovnunum vísir, at teknaðar eru umleið 17 milliónir krónur.

Partapeningurin í Atlantic Petroleum er tí nú umleið 46 milliónir krónur.