Savnaðust í Barcelona at mótmæla loysing

Fólk úr øllum Spania hava í dag verið á gøtuni í Barcelona og mótmælt ætlaðu loysingini hjá Katalonia

Í dag hava fólk úr øllum Spania verið á gøtunum í Barcelona og mótmælt ætlaðu loysingini hjá Katalonia frá Spania.

Í umstríddari fólkaatkvøðu 1. oktober var stórur meiriluti fyri, at Katalonia skal fara úr spanska ríkinum og skipa seg sum sjálvstøðugt lýðveldi. 90 prosent av teimum 2,3 milliónum atkvøðunum, sum vórðu upptaldar, vóru fyri loysing – valluttøkan var 43 prosent. Katalonsku myndugleikarnir siga, at teir fara at gjøgnumføra hesa ætlan, meðan spanska stjórnin hvørki viðurkennir fólkaatkvøðuna ella ynskið hjá katalanum.

Í dag hava so nógv sponsk fløgg sum sjáldan verið at sæð í Barcelona. El País skrivar, at fleiri hundrað túsund fólk vóru við í mótmælisgonguni ímóti ætlaðu loysingini, og at fólk vóru komin úr øllum Spania fyri at luttaka. Eingin harðskapur var í sambandi við mótmælisgonguna, har røður, sum talaðu í móti loysing, vórðu hildnar í miðbýnum í Barcelona.

Spenningurin er framvegis stórur um, hvat fer at henda í Katalonia, og hesa vikuna síðani fólkaatkvøðuna hava eingin tekin verið um, at partarnir nærkast einari politiskari loysn á stríðnum.