Í tíðindaskrivi mikudagin boðar ÍSB frá, at felagsskapurin hevur gjørt samstarvsavtalu við Føroya Tele. Talan er um eina avtalu, sum er galdandi í tvey ár.
Í tíðindaskrivinum verður sagt, at tey í ÍSB fegnast um nýggju avtaluna, sum ger tað gjørligt hjá felagsskapinum at fylgja við vøkstrinum í virkseminum, sum tey uppliva. Tað hevur sjálvsagt við sær, at enn meira skal til, fyri at røkka teimum málum, sum verða sett, og her kemur nýggja avtalan væl við, verður sagt.