ÍSB svimjararnir seta Føroyar á heimskortið

Enn eina ferð syrgja føroysku svimjararnir fyri, at føroyska merkið sæst, og at Føroyar fáa nógva umrøðu kring allan heimin

Svimjing


Tað er ikki ókent, men tað er eins hugaligt hvørja ferð. Olympisku leikirnir fyri brekað eru í hesum døgum í Sidney í Australia, og sum ikki eina ferð gera føroysku svimjararnir um seg.

Tvær føroyskar gentur luttaka í svimjikappingunum, og bæði Ester Gaard Hansen úr Havnini og Heidi Andreasen av Eiði hava svomið skjótari, enn tær nakrantíð áður hava gjørt.

Meðan føroyingar heima á landi lógu í fasta svøvni sunnunáttina stríddust tær báðar í Sidney, og tað eydnaðist Heidi Andreasen at koma upp á skammulin, har bara tey bestu sleppa upp í part. Í 400 metra frí kappingini vann Heidi silvur. Hon svam sum um talan var um ein vanligan venjingartíma og læt seg ikki órógva av, at tað vóru fleiri enn seks túsund áskoðarar í høllini, at upptøkutólið snurraði, og at tað tískil sótu millónir kring knøttin og fylgdu við og undraðust yvir, hvat Føroyar eru fyri nakað og hvar tær eru.

Vit ynskja Heidi, familjuni, ÍSB og øllum føroyingum hjartaliga tillukku við framúr avrikinum.

At tað verður sjónvarpað kring allan knøttin, tá ein føroysk genta í harðari kapping við svimjarar alla staðni frá vinnur silvur og hevur føroyska Merkið um herðarnar, tá hon tekur ímóti silvurkrónuni, er ein so stór umrøða fyri Føroyar, sum tað næstan ikki kann sigast frá.

Føroysku svimjararnir hava vant sera nógv undan fráferðini til Australia. Tað er hugaligt, at tær longu hava vunnið fleiri finalupláss. Silvurkrónan hjá Heidi Andreasen er sjálvandi krúnan á verkinum. Svimjararnir skulu vita, at tað í Føroyum verður fylgt væl við, hvussu tær fara at standa seg í kappingunum, sum eru eftir. Teimum verður ynskt alt tað besta.


Royndur venjari

Venjari hjá føroysku svimjarunum er Katrin Johansen, sum saman við øðrum svimjarum hevur verið føroyskari svimjing og Føroyum sum heild til miklan sóma í olympiskum kappingum fyri brekað í Soul í Suðurkorea og í Barcelona í Spania.

At Ester og Heidi hava Katrina við sær í Sidney er av alstórum týdningi. At vera við í olympiskari kapping fyri fyrstu ferð er nýtt, og tað skal kanska ikki so nógv til at missa stevið.

Katrin er myndug, og tað hoyrist, tá hon úttalar seg, at hon veit, hvat hon tosar um. Hon roynir at taka trýstið av svimjarunum, og tað er skilagott. Tað er skilligt, at Katrin hevur lært svimjararnar, at tær skulu ikki leggja trýst á seg sjálvar. Tí undirstrika Ester, Heidi og Katrin ferð eftir ferð, at kappingin er hørð, og at tað tískil er torført at siga nakað um møguleikarnar at fáa fleiri heiðurskrónur. Men tað skilst á lagnum, at møguleikin er ikki eingin.