Í apríl vóru tað lesarar í mannfólkablaðnum FHM, ið valdu vælskaptu ljóshærdu sjónleikarkvinnuna til heimsins mest eggiligu kvinnu, og hetta eru fólkini á Esquire Magazine samd í. Í oktober útgávuni av blaðnum fær hon sama heiður, og í hesum sambandi hevur blaðið eina myndarøð við 21 ára gomlu Scarlett. Hon prýður somuleiðis forsíðuna í blaðnum, skrivar tv2.dk.
Í samrøðu við blaðið sigur Scarlett, at hon helst vil minnast fyri annað enn sína útsjónd og spyr:
- Hvat við mínum heila? Hvat við mínum hjarta?, míni livur og míni bløðru?
Tá hon í apríl fekk sama heiður frá FHM, tyktist hon at gleðast um heiðurin og segði, at allar kvinnur dáma, at onkur heldur tær vera penar.