Scarlett Johansson, sum er eitt av nýggjastu filmstjørnuskotunum í Hollywood, fær sera ring ummæli fyri fyrstu fløgu sína. Tað tykist eins og, at Hollywoodstjørnurnar sjáldan kunnu fáa nokk av at síggja navn teirra allastaðni, tá ið tey einaferð hava fingið góð úrslit í Hollywood ? í øllum førum eru sera nógvar filmstjørnur, sum royna at gerast sangstjørnur, umframt at sera nógvar sangstjørnur royna at gerast filmstjørnur. Juliette Lewis, Keanu Reeves, Johnny Depp og Minnie Driver eru øll á langa listanum yvir sjónleikarar, sum nokk helst bert burdi hildið seg til sjónleik?
Nú hevur vakra unga Scarlett Johansson, sum partvíst er dani, eisini roynt seg sum songkvinna, men ummælini av fløgu hennara hava ikki verið serliga góð.
Á starpulse.com skrivar ein ummælari m.a.: ?Scarlett Johannson er ivaleyst ung og deilig, ein skínandi filmstjørna (?) Men um hon dugir at syngja, vísir hon tað seg í øllum førum ikki á fyrstu fløgu síni. Ein kollektión av Tom Waits sangum ?Anywhere I Lay My Head? hevði verið ringt at sungið ? eisini fyri ein royndan sangara. Johansson er ikki nøkur roynd songkvinna. (?)?