Schjønberg gevst sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur

Saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur hjá Michael Schjønberg

 

Mynd: 07 Vestur

07 Vestur boðar frá á heimasíðu sínari: - Michael hevur boðað felagnum frá, at saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur og at hann tí ynskir at fara heim til familjuna í Danmark.

 

Vit í 07 Vestur eru hørm um uppsøgnina, men nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar.

 

Vit vilja takka Michael fyri tíðina í felagnum, fyri góðu úrslitini, og harvið besta kappingarár hjá Betri deildini í søgu felagsins. Vit ynskja Michael og familju hansara alt tað besta framyvir. Skrivar 07 Vestur á heimasíðu felagsins. 

 

07 Vestur er nummar fimm í Betrideildini við 22 stigum fyri 15 dystir, og liðið hevur framvegis møguleika at vinna seg í steypafinaluna aftaná 1-1 javnleik móti HB í tí fyrru hálvfinaluni. 

 

Komandi dystur hjá 07 Vestur er á heimavølli 30. juli. Tá kemur EB/Streymur á vitjan á Dungasandi í Sørvági. 

 

Mynd: 07 Vestur