Schumacher vann fimm ferðir á Nurburgring á sini yrkisleið. Nú hann er givin í ítróttinum hevur leiðslan fyri breytina gjørt av at doypa skjóta S’partin av breytini til Schumacher S’ið. S’ið skiftir navn í sambandi við týsku formil 1 koyringina 22.juli og í hesum sambandi fer Michael Schumacher at koyra eitt umfar á breytini, skrivar f1.com.