Vestmenningar eru nú tilmeldaðir. Stórur áhugi er fyri hesari kapping og yvir 60 bátar fara at luttaka.
Í faru viku vóru Hálvdan Hálvdansen og Jan Johannesen fyri »Vestmenning« og umboð fyri Amerada Hess niðri í Cornwall og á Scilly Oyggjunum. Har kunnaðu teir seg um hesa rógving og hvussu hon fer fram og verður fyriskipað.
Eisini varð keyptur ein bátur, sum vestmenningar skulu hava at íðka við. Hann kemur til Føroya í næstum.
Til sjálvan róðurin fara vestmenningar at læna ein bát á Scilly Oyggjunum.
Wreck of Zanzibar
er heitið á einari sera vælumtóktari enskari barnabók, sum fer fram á Scilly Oyggjunum. Lívið á Scilly Oyggjunum í gomlum døgum hevur ikki verið ólíkt tí føroyska gerandisdegnum og verður henda bókin tískil nú týdd til føroyskt og fer Skúlabókagrunnurin at geva hana út í mai 98 um somu tíð sum kapprógvingin verður.