Grind var í Fuglafirði í dag, og nú er greitt, at seðlarnir koma út klokkan 19 á keiini í Fuglafirði. Grindin, sum taldi 21 hval, verður býtt í drápspartar, og talan er um 0,7 skinn.
- Drápspartarnir kunnu heintast við Pelagos, sigur sýslumaðurin, Jacob Vestergaard, sambært Fuglafjarðar kommunu.