Tað er nú greitt, at Sea Shepherd fær nýggjar, skjóttgangandi bátar fyri teir, løgreglan í Føroyum hevur lagt hald á.
Løgreglan hevur verið rættiliga avgjørd í framferðini ímóti Sea Shepherd og í tí sostatt er hald á tríggjar skjóttgangandi bátar hjá Sea Shepherd í samband við grindadráp í fjør og í ár.
Í tí eina førinum kom Føroya Rættur til ta niðurstøðu, at løgreglan hevði ikki heimild at leggja hald á bátin. Men tann avgerðin er skotin inn fyri Landsrættin. Hann hevur ikki tikið støðu enn, og tí er báturin enn í varðveitslu hjá løgregluni, og tað er tann fjórðibáturin, Sea Shepherd hevur mist.
Hetta hevur verið ein so dyggur smeitur fyri Sea Shepherd, at fyrr í mánaðinum gjørdu tey av at fara undir eina alheims biddaraferð, fyri at útvega pening til nýggjar bátar.
Endamálið var at fáa fólk at lata tilsamans 200.000 evrur, ella slakar 1,5 millión krónur til at keypa nýggjar bátar fyri.
Í hesi herferðini hava tey smurt varð tjúkt uppá fyri at tala til kenslurnar hjá fólki fyri at fáa tey at lata pengar. Og tað tók teimum tríggjar vikur at útvega ætlaðu upphæddina, og gott og væl tað, tí felagsskapurin sigur nú, at tey hava fingið góðar 16.500 krónur fleiri enn tey tey høvdu sett sær fyri at útvega.
Tey siga, at peningurin skal brúkast til at keypa nýggjar bátar fyri, men tað, sum leypir av, skal brúkast til sakføraraútreiðslur í royndunum at fáa bátarnar aftur.