Sea Shepherd-fólk handtikin

Tað hevur ikki verið uttan Sea Shepherd-luttøku, at grind er hildin til í Sandavági fyri løtu síðan.

Tað hevur ikki verið uttan Sea Shepherd-luttøku, at grind er hildin til í Sandavági fyri løtu síðan.

 

Longu, tá væntandi var, at grindin fór at verða rikin og hildin til á Leynasandi, vóru Sea Shepherd-fólk at síggja á vegnum omanfyri Leynar.

 

Og nú tað vísti seg, at grindin kortini legði beinini í Sandavági - og ikki í Leynum - verður sagt frá handtøkum av Sea Shepherd-fólkum.

 

Bæði á báti og á sandinum hava tey eftir øllum at døma órógvað rakstur og dráp so mikið, at einir fimm Sea Shepherd-fólk eru handtikin.

 

Jón Klein Olsen hjá løgregluni sigur við Kringvarp Føroya, at fimm fólk hjá Sea Shepherd eru handtikin.

 

Tey aktaðu ikki boðini hjá løgregluni um ikki at fara inn um girðingina til grindaøkið.