Sea Shepherd gongur nýggjar leiðir

Sea Shepherd vísir grindadráp á stórskíggja á fullsettum fótbóltsvølli

Sea Shepherd hevur fleiri ferðir hótt við, at tey fara ikki at helma í, fyrrenn føroyingar eru givnir at drepa grind.

Og nú eru tey eisini farin at ganga nýggjar leiðir og nú eru tey eisini farin at vísa lýsingafilmar í sambandi við stórar fótbóltsdystir.

 

Eitt dømi um hetta er ein fótbóltsdystur herfyri á Olympiska stadion í Rom, sum er størsta stadion í Italia, og har Roma og Lazio spæla sínar heimadystir.

 

Í sambandi við ein rugby landsdyst ímillum Skotland og Italia, hevur Sea Shepherd fingið pláss á stórskíggjanum við vøllin, har tey vístu ein lýsingafilmi um grindadráp uppundir dystin.

 

Paul Watson, oddamaður í Sea Shepherd, sigur, at hesin framferðarháttur fer at geva enn fleiri fólkum kunnleika um grindadráp.