- Føroya vunnu og Sea Shepherd tapti á Sandi í dag. Tað er stutta og greiða niðurstøðan hjá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, eftir grindadrápið á Sandi í dag.
Saman við øðrum var hann í Skúvoy í dag og hátíðarhelt, at nýggja skúvoyarferjan, Sildberdin, er farin í sigling. Tá ið tey fóru av aftur oynni var grindaboð og Sildberin var ein av teimum bátunum sum var við í rakstrinum.
Tá ið tey komu inn ímóti landi sóu tey limir í Sea Shepherd upp undir miðju í sjógv, har tey hildu levint og gang í eini roynd at styggja grindina út frá aftur. - Larmurin frá teimum hoyrdist týðiliga út á fjørðin, sigur løgtingsmaðurin.
Samstundis sveimaði ein fremmand tyrla, brúnlig á liti, uppiyvir og Bjarni Djurholm heldur, at hon var frá Sea Shepherd, men hann veit tað ikki.
Men eina lítla løtu seinni setti ein tyrla hjá Atlantsflogi seg á Sandi og hon var full av politistum. - Politistarnir gjørdu ógvuliga skjótt av. Teir fóru oman á sandin og handtóku limirnir í Sea Shepherd sum gjørdu ónáðir, og fóru avstað við teimum. - Limirnir í Sea Shepherd vórðu handtiknir við tí myndugleika og fastleika, sum kravdust, men heldur ikki meiri enn tað.
Bjarni Djurholm sigur, at hann sá at ein limur í Sea Shepherd legði seg niður, tá ið løgreglan skuldi handtaka hann ella hana, men politistarnir gjørdu ikki mætari enn at ein tók í beinini og ein undir armarnar og so bóru tey tann handtikna avstað.
Løgtingsmaðurin sigur, at samstundis kom ein skjóttgangandi løgreglubátur, sum er komin higar úr Danmark, og hann legði seg uppat einum skjóttgandandi báti hjá Sea Shepherd. Fyri Bjarna Djurholm at síggja, varð hald lagt á bátin.
Bjarni Djurholm sigur, at løgreglan var seg ómetaliga skjót og miðvís og hansara fatan er, at tilrættisleggingin hjá løgregluni var ógvuliga nágreinilig. - Tað gekk ógvuliga skjótt hjá teimum at fáa Sea Shepherd av staðnum, sigur hann.
- Her vunnu Føroyar og Sea Shepherd taptu, sigur Bjarni Djurholm. - Eg haldi at í dag hava vit víst, at vit kunnu drepa grind forsvarliga og at myndugleikarnir eru førir fyri at halda skil á, á ein ógvuliga sámuligan hátt.
Bjarni Djurholm sigur, at fyri honum at síggja, var tað einasta, limirnir í Sea Shepherd fingu burtur úr, kanska tað, at grindin gjørdi ikki landgongd beinanvegin, tí tey, sum vóru í mølini órógvaðu drápið.
- At síggja til hjá einum leikmanni hjá mær, fekk Sea Shepherd ikki annað burtur úr, enn at drápið vardi eitt sindur longri enn neyðugt og tá ið grindin kom í drápið, gekk tað ómetaliga skjótt, sigur Bjarni Djurholm.
Síggj fleiri myndir við at trýsta HER
|