Magnus Gunnarsson
Valter de Silva hevur t. d. teknað Alfa Romeo 156, sum bleiv ársins bilur í Europa í 1998, har ein av próvførslunum var, at hann hevði eitt design, sum vakti ans millum kappingarneytarnar.
Fýrahjólstrekk
og 18" hjól
Seat hevur stórar ætlanir nú, síðan VW yvirtók fyritøkuna, um at vinna týdningarmiklar partar av marknaðinum við Walter de Silva á odda.
Nógv bendir eisini á, at Seat fer at fáa góð úrslit. Hóast Seat Salsa er eitt boð uppá ein framtíðarbil, heldur teknarin, at Salsa sum onki kann koma á marknaðin beinanvegin, tí hann er fyrst og fremst ein framkomin sportbilur - og so er hann eisini góður til langar túrar, eins og hann er vælegnaður til ferðslu í býnum.
Salsa er ein 2+2 bilur, við pláss til tvey vaksin og tvey børn.
Motorurin er ein 2.8 litrar V6 við 250 hk, við Tiptronic gearkassa frá VW, og fýrahjólstrekk.
Dekkstøddin verður 225/50-18.
Kelda: Bilen Motor & Sport