Section vaknar aftur til lívs

Ein av bólkunum, sum fer á pall til Ljósfest í Vági hin 12. august, er bólkurin Section úr Vági.

Section var virkin árini fyri og eftir 1990. Men, til Ljósfest 2023 vaknar bólkurin til lívs aftur.

 

Sangarin í bólkinum, Hans Jacob Hjelm, hevur sagt, at bólkurin fyrstu ferð fór á pall í 1988, og at bólkurin sostatt kann halda sítt 35 ára jubileum.

 

Árini eftir hetta var bólkurin sera virkin og spældi til dans kring alt landið, har bólkurin varð væl fagnaður.

 

Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í batmintonhøllini í Gundadali í Havn. Bólkurin varð kosin besti bólkur og fekk gávubræv á 5000 krónur.

 

Í 1991 gav bólkurin eisini út bandútgávu, nevnd Í lagi. Nakað eftir hetta gavst bólkurin, og nakrir av manningini hildu á saman við øðrum - í bólkinum, sum fekk navnið, Hans Jacob og Vinmenn.

 

Nakrir av limunum í Section vóru Hans Jacob Hjelm, Rúni í Lágabø, Knút Nielsen, Árni Joensen, Jógvan Elias Thomsen, Jógvan Joensen, Tønnes Mikkelsen,  Kári Debess og Johannus Andreasen.

 

Hetta siga tey á heimasíðuni hjá Vágs kommunu í dag.