Seðlar sum skjótt ganga út eru enn í umfari

Síðan í november í fjør eru eldri seðlar og núverandi 1.000 krónuseðlar, sum í næstum verða avtiknir, latnir inn til eitt virði á 15,2 mia.

Í juli mánaði fekk danski Tjóðbankin 790 milliónir danskar krónur í 1.000 krónuseðlum, sum verða stigvíst avtikin í mai næsta ár

Tað upplýsir danski tjóðbankin í nýggjari frágreiðing.

Bankin boðaði síðst í november frá, at ein røð av seðlum ikki verða løggildugt gjaldoyra eftir 31. mai næsta ár.

Umframt 1.000 krónuseðilin er hetta eisini galdandi fyri eldri seðlarøðir frá 1944, 1952, 1972 og 1997.

Bara í juli fekk bankin 790 milliónir krónur í 1.000 krónuseðlum. Tað sigur Niels Kaas, sum er høvuðskassameistari í Tjóðbankanum, í skrivligari viðmerking.

- Harvið mangla nú bara 6,3 milliardir danskar krónur í 1000-krónuseðlum, sigur hann.

 

/ritzau/

 

Í juli mánaði fekk danski Tjóðbankin 790 milliónir danskar krónur í 1.000 krónuseðlum, sum verða stigvíst avtikin í mai næsta ár