SEINASTA: 27 deyð í skúlanum í Newtown

Sjónvarpið CBS sigur nú, at skottilburðurin í einum skúla í Connecticut hevur kravt 27 mannalív, og at 14 børn eru teirra millum.

Tey fyrstu tíðiondini søgdu, at 12 fólk vóru deyð, teirra millum nøkur børn og skúlastjórin.

Eitt lokalblað skrivar, at tað vóru tveir menn, sum skutu, og at annar er deyður, men løgreglan vil ikki vátta hesi tíðindini.

Umleið 600 børn ganga í hesum skúlanum, og løgreglan hevur flutt øll burtur haðani. Samstundis hevur løgreglan stongt aðrar skúlar í býnum.