Tá seinasta framløgufreist er at leggja má fyri tingi, plaga nógv uppskot at verða løgd fram. Tá kemur landsstýrið vanliga við nógvum málum. Eisini plagar andstøðan at koma við fleiri málum.
Enn vita vit av góðum grundum ikki, hvussu nógv mál verða løgd fyri tingið í morgin. Men í fjør vórðu 41 mál løgd fyri seinasta framløgudag sum var hósdagin hin 7. mars.
Helst man talið hesaferð liggja á nøkulunda sama støðið.
Hesi mál skulu so viðgerast ov avgreiðast, áðrenn tingið fer í summarfrí. Gamalt var, at tingi »fór heim« flaggdagin. Seinastu árini hevur tað tó ikki hildið so væl. Síðsti tingdagur í fjør var ein heilan mánaða seinni, tann 23. mai. Men sjálvt um tingið er farið heim, so kann tað kallast saman aftur, um eitthvørt mál er á skrá.
Tingfundur er lýstur at vera í morgin klokkan 15:30