Seinasta sýningin

“Kom bara inn, eg skal ikki gráta”. Seinasta sýning av leikinum verður í Reinsarínum í Havn tann 25. mai.

 

 

 

Heldur enn brá av tómleika hoyrist vónleikur

 

Einrøðuleikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” tekur støði í einum beiskum veruleika. Tá føroysk børn vóru send einsamøll á sjúkralegu í Danmark. Tá føroyska familjan sæt einsamøll heima. Frá tíðini tá heilsumál enn vóru danskt málsøki. ​

 

Einrøðuleikurin bjóðar áskoðarum inn í eitt ókent landslag, har ein skuldi trúð, at allar brýr vóru brendar, har bara illgras vaks, men so er ikki. Og heldur enn brá av tómleika hoyrist vónleikur.

 

Einrøðuleikurin hevur soleiðis eisini jørðildi í rákinum, sum gav andlit stoltleikans annan lit, sum m.a. felagið Javni og Sinnisbatið eru ímyndin av.

 

Seinasta sýningin verður í Reinsarínum 25.mai kl 20. Atg.m. eru til keyps á atgongumerki.fo Ikki seld atg.m. kunnu keypast í Reinsarínum frá kl 1930.

 

Tað er Ria Tórgarð, sum hevur skrivað leikin, leikstjórna og pallsett. Tónleik og ljóðmynd Edvard Nyholm Debess. Hugskot, yrkingar og frásøgn Jógvan Andrias Joensen.

 

 

 

Mynd : Gwenaël Akira Helmsdal Carré