Seinasta útgávukonsertin í Norðurlandahúsinum

Brandur Enni bjóðar nú til seinastu útgávukonsertina á hesum sinni, og verður hon í Norðurlandahúsinum 13. januar. Brandur Enni gav fyri stuttum út sína seinastu fløgu við heitinum ? Sometimes Truth Needs a Lie?, og hevur í hesum sambandi havt tvær útgávukonsertir, og bjóðar 13. januar til seinastu útgávukonsertina á hesum sinni.

 

Brandur Enni vann heiðursløn sum Ársins Sangari á Planet Awards 2009, og lag hansara á nýggju fløguni, sum eisini ber heitið ?Sometimes Truth Needs a Lie? er longu vorðið kent, og er nógv spælt í føroysku loftmiðlunum.

 

Gestasolistur til útgávukonsertina verður Lív Næs.

Tónleikarar verða Kim Hansen, Leivur Thomsen, Tróndur Enni, James Olsen, Angelica Nielsen og Tóri Restorff.